Fótbóltur

Manchester City eltir Liverpool

Liverpool vann í gjár og er tí fýra stig frammandyri Manchester City.

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-22 13:11 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Eitt umfar í bestu ensku deildini, Premier League, verður spælt um vikuskfitið. Umfarið byrjaði í gjár, tá Liverpool tók ímóti Wolves. Hóast talan til tíðir var um spennandi dyst, var ongantíð veruligur vandi á ferð hjá oddaliðnum í deildini, sum vann 2-0 á Wolves. Fremsti málskjúttin í deildini, Mohammed Salah, legði Liverpool á odda og hevur hann nú skorað 11 mál. Verjuhøvdingurin hjá Liverpool, Virgil Van Dijk staðfesti sigurin í 69. minuttið eftir innleggi frá Mohammed Salah. 

Sigurin hjá Liverpool hevur við sær, at teir nú eru á odda við fýra stigum og tí er serligt trýst á Manchester City í dag, tá teir taka ímóti Crystal Palace. Manchester City má sigast at vera stórfavorittur, tí Cyrstal Palace liggur á 15. plássi í kappingini. 

Fyrsti dysturin hjá Ole Gunnar Solskjær sum venjari hjá Manchester United verður eisini í dag, tá teir vitja í Cardiff. Tað er kanska stuttligt, at Solskjær sjálvur byrjaði sína venjarastarvsleið hjá júst Cardiff City. 

Manchester United er 12 stig frammanfyri Cardiff, men ilt er at siga, um hvat ávirkanin frá Solskjær verður, og um hann klárar at fáa spælið hjá Manchester, sum ikki hevur koyrt heilt eftir vild, at rigga. 

Í skrivandi stund spæla Arsenal ímóti Burnley, sum ikki hevur klára seg serliga væl í ár og liggja á einum átjanda plássi. Aubameyang legði Arsenal á odda longu eftir eitt korter. 

Støðan í deildini undan hettar umfarið er hendan: 
1.Liverpool 48
2.Manchester City 44
3.Tottenham 39
4.Chelsea 37 
5.Arsenal 34 
6. Manchester United 26 
7. Wolves 25
8. Everton 24 
9. West Ham 24
10. Watford 24
11. Bournemouth 23
12. Leicester 22  
13. Brighton 21 
14. Newcastle 16
15. Crystal Palace 15
16. Cardiff 14
17. Southampton 12
18. Burnley 12
19. Huddersfield 10
20. Fulham 9 

*Liverpool og Wolves hava spælt ein dyst meira enn hini liðini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder