Fótbóltur

Marglæti og misjavni í Baku

Aserbadjan er fyrrverandi Sovjet-land, har næstan tíggju milliónir búgva. Sera stórir og vakrir bygningar og hektisk ferðsla er ímillum tað, ið eyðkennir høvuðsstaðin.

Baku, høvuðsstaðurin í Aserbadjan við yvir tveimum millión íbúgvum

Baku, høvuðsstaðurin í Aserbadjan við yvir tveimum millión íbúgvum

2018-11-15 06:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Baku, Aserbadjan (Portalurin) - At koma til høvuðsstaðin í Aserbadjan á fyrsta sinni kann avgjørt bergtaka teg. Heydar Aliyev International Airport er vakurt sniðgivin, og á túrinum frá flogvøllinum inn ímóti miðbýnum sæst, at hetta er eitt tema. Nógv sera flott er at hyggja eftir, og tað sæst, at nógv er lagt í at prýða býin.

Føroysku miðlarnir búgva á glæsiliga Hotel Hilton á hesum túrinum, ið er ein av mongu bygningunum, sum prýir høvuðsstaðin og øki tætt við sjógvin. Tað skal tó ikki farast so langt fyri at síggja íbúðarblokkar og umstøður, ið eru skirvisligar og fátæksligar í mun til marglætið í miðbýnum. Landið er oljuríkt, men tað er ein ávísur ójavni. Tað er sera bíligt at keypa summastaðni; aðrastaðni er væl dýrari.

Tað er eyðsæð, at ferðsluviðurskftini eru øðrvísi enn í Føroyum. Ein long røð av bilum síggjast í heilum mitt í býnum. Teir koyra tætt og skjótt og floyta ofta eftir hvør øðrum. Fótteigar og ferðsluljós eru fá í talið, og tað kann vera trupult og vandamikið at fara yvirum vegin. 

Aserbadjan er partvís í Evropa og partvís í Asia. Fyri 100 árum síðani gjørdist landið sjálvstøðugt eftir russisku kollvetingina, ið førdi til fallið av keisaraveldinum. Aserbadjan gjørdist fyrsta landið í muslimska heiminum til at hava demokrati; eitt parlamentariskt lýðveldi. Baku gjørdist høvuðstaður, og staðið har fyrsta nýmótans universitet  í muslimsku londunum eystanfyri varð sett á stovn 

Longu tvey ár seinnu hertóku russar Baku, og túsindtals av aserbadjanum doyðu. Fram til 1991 var Aserbadjan partur av Sovjetsamveldinum. 

Baku er í nógvar mátar nýmótans. Tað hevur ein vestulendskan dám, men hevur nøkur eyðkenni frá Sovjet-tíðini.

Føroyska landsliðið skal leygarkvøldið spæla á olympiska leikvøllinum í býnum. Hann tekur heili 70,000 áskoðarar. Føroyka liðið venur klokkan 10.30 (um ein hálvan tíma lokala tíð) beint við leikvøllin. 

10 fakta um Aserbadjan og Baku
- 91% av fólkunum eru aserbadjanar - tað búgva tó fleiri asabadjanar í landinum fyri sunnan; Iran

-  Tað búgva beint undir tíggju milliónir í Aserbadjan - Baku er einasti milliónabýir við beint yvir tveimum milliónum

- Landið er muslimskt; tó ikki nøkur almenn religión.

- Útivð 90 % eru Shia-muslimar - yvir helmingurin av landsins íbúgvum praktisera tó ikki religión

- Europa League finalan verður leikt á Olympiska Leikvøllinum í Baku komandi summar

- Baku er kendur fyri harðan vind og verður nevndur "City of Winds"

- Føroyska liðið vandi í gjár venjingarvølli hjá Neftci Baku, ið er oddalið í Aserbadjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder