Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum megnaði ikki at vinna seg til til fleri EM-dystir í Malmö, men fýra av fremstu føroysku íðkarunum innan frælsan ítrótt hava gjørt vart við seg í Pallas Spelen í Malmö hetta vikuskiftið. Talan var um innandura kappingar.
Her eydnðist serliga Mariu Biskopstø úr Klaksvík, sum dagliga rennir í Danmark, at fáa flott útslit. Talan gjørdist um bæði føroyskt met og gull.
Frælsur Ítróttar Føroyar skrivar, at Maria Biskopstø gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met á 400 m innandura leygardagin við tíðini 56,97 sekund.
- Hon var sostatt fyrsta føroyska kvinnan undir 57 sekund. Maria átti sjálv gamla metið, 58,01 sek., sum hon setti í Skive í februar 2020. Í hesi kappingini gjørdist hon nummar tvey í B-finaluni.
Í dag setti Maria eisini nýtt persónligt met á 800 metrar (innandura), 2.13,87 min, tá hon vann A-finaluna í Pallas Spelen.
Onnur persónlig met og føroyskir sigrar
Oddvør Josephsen, Andreas Bjarnastein Antoft og Dánjal Dahl Ljósheim kappaðust eisini í Skåne - og fingu tey eisini góð úrslit sambært FÍF.
Leygardagin vann Oddvør Josephsen C-finaluna á 400 metrum við 60,43 sekund. Oddvør gjørdist nummar tvey í C-finaluni á 200 m í dag við 25,95 sekundum.
Júst Oddvør Josephsen byrjaði sítt innandura ár ógvuliga væl fyri tveimum vikum síðani við tveimum føroyskum metum (á 60 metrum og á 200 metrum).
Andreas Bjarnastein Antoft rann 7,15 sekund í 60 m innleiðandi í gjár. Hetta gav honum atgongd til B-finaluna, har hann rann 7,13 sekund, sum er besta tíðin hjá honum á hesum teininum í ár.
Í dag rann Andreas 60 m rimarenning. Innleiðandi var tíðin 9,05 sekund, sum var besta tíðin í ár, og løtu seinni betraði hann tíðina til 9,04 sek.
Í longdarlop leyp Andreas 6,44 metrar. Tað var persónligt met hjá honum.
Dánjal Dahl Ljósheim rann á 400 metra teininum í gjár. Hann gjørdist nummar 3 í A-finaluni við 51,01 sekundum, sum er besta tíðin hjá honum í ár. Í dag gjørdist hann fyrstur um strikuna í D-finaluni á 200 metrum við 23,42 sekundum, sum er besta tíðin hjá Dánjali í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald