
Hon hevur spælt hondbólt í fremstu føroysku deildini við Stjørnuni. Hon hevur vunnið steyp við KÍ, verið á A-landsliðnum og fótbólti og eisini skorað á mæta Hampden Part í Glasgow í EM-undankapping. Men har Maria Biskopstø veruliga ger vart við seg nú, er innan tað sum klaksvíkskvinnan so at siga altíð hevur tikist við: Renning.
Hon er uppvaksin í Treysti og er nú lesandi í Århus. Renningin fyllir nógv hjá Mariu Biskopstø. Hon rennir fyri Aarhus 1900 Atletik og Løb.
Málskjútti á fótbóltslandsliðnum í Skotlandi sum 19-ára gomul...(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Longu tvey ár frammanundan hevði Maria Biskopstø verið við at runnið Føroyum bronsu í 4x400 metra stafettini á Gibraltar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Føroyskt met tríggjar ferðir áðrenn triðju oyggjaleikirnar
Úrslitin hjá Mariu í 2025 hava sum heild verið ógvuliga góð. Hon skal í juli til sínar triðju Oyggjaleikir á rað - sum upptakt til tað hevur hon sett føroyskt met tríggjar ferðir:
- Til Tårnby Games í mai, har fleiri føroyingar vóru við, setti Maria Biskopstø føroyskt met á 400 metra teininum. Hetta var við tíðini 57,71 sekund.
- Tað gekk ikki nógv meira enn ein mánaði, til hetta varð betrað: Undir Copenhagen Open 14. juni rann hon teinin uppá 57,66 sekund.
- Í 400 metra rimarenning betraði Maria Biskopstø um føroyska metið, tá hon rann í Brússel í mai. Hetta var á stórari stevnu - og talan var um eitt met, ið Maria sjálv átti. Hetta frá 1.02.74 minutt til 1.02.64 minutt.
Samstundis megnaði Maria kravtíðina til World University Games, har hon skal kappast 22. juli.
Rimarenning er renning við forðingum, sum rennarin skal hoppa uppum (hekk). Í hesum vann Maria eitt ungdóms DM í 2019. Tað er eisini tann greinin, ið hon sjálv metir seg hava best møguleikar í á Orkneyoyggjunum í juli.
- Eg fari heilt víst at royna eftir gulli á 400m rimarenning, tí eg vann silvur seinast og kundi hugsað mær at klárað tað enn betur hesa ferð. Á 400m er hørð kapping, men eg vóni at kunna vinna heiðursmerki á hesum teini, sigur hon við Portalin.
Maria á sínum fyrstu Oyggjaleikum í 2019. Oyggjaleikir vóru ikki í 2021, so hetta verður triðju ferð, at hon rennir fyri Føroyar har (Mynd: Jens Kr. Vang)
Svangar eftir meira í stafettini - ein tøtt skrá
Umframt hesar 400 metra-teinarnar, har Maria Biskopstø hevur gjørt bart í eina tíð, skal hon renna í stafett á 4x400 metrum og á 4x100 metra teinum.
Margit Weihe Frímundsdóttir og Oddvør Josephsen, sum renna og lesa í Aalborg, skulu eisini renna báðar stafettirnar, meðan Rebekka Fuglø og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar skulu renna hvør sína. Maria Biskopstø sigur, at tær hava fyrireikað seg væl og hava heiðursmerkjavónir:
- Vit á staffetliðnum hava eisini vant saman nú áðrenn Oyggjaleikirnar, og vónandi kunnu vit vinna heiðursmerki á bæði 4x100 og 4x400. Á 4x400 eydnaðist tað at vinna bronsu seinast, og har eru vit svangar eftir meira.
Maria hevur her latið Margit Weihe Frímundsdóttir stafettina á oyggjaleikunum í 2023
Við bronsuni á Guernsey (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí eisini: Oddvør Josephsen í stórformi undan Oyggjaleikunum
Afturat teimum trimum 400-metra teinunum og 100-metra stafettini, skal Mara eftir ætlan renna á 800 metrum eisini á Oyggjaleikunum. Harvið fim, ymiskar kappinginar
Av tí at tennarin hevur so nógvar kappingar á Orkneyoyggjunum, verður tað ein tøtt skrá við renning minst eina ferð um dagin. Umframt at vera í støðugu venjingini, var hon á venjingarlegu í Spania um páskini.
Nú snýr tað seg um at fínpussa; serliga við at venja so at man kann gerast enn skjótari á Oyggjaleikunum, staðfestir Maria Biskopstø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald