Hondbóltur

Maria við í nógvum tá Horsens vann seg upp á endaspælspláss

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevði samanlagt ellivu mál og upplegg fyri Horsens. Viborg vann, uttan Janu Mittún, so tepurt sum gjørligt á Rakul Wardum og Ringkøbing.

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur javnan sterk álopsavrik fyri HH Elite - har hevur 21-ára gamli bakspælarin spælt síðani á sumri 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur javnan sterk álopsavrik fyri HH Elite - har hevur 21-ára gamli bakspælarin spælt síðani á sumri 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-29 08:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í 14. umfari í fremstu donsku kvinnudeildini vórðu spældir í gjárkvøldið, mikudagin 28. januar. Fýra umboð fyri føroyska landsliðið vóru í eldinum.

Horsens Håndbold Elite - Bjerringbro FH 34-28 (13-13)
Maria Pálsdóttir Nólsoy: 5 mál (8 skot), 4 upplegg og tvey vunnin brotskøst sum góvu mál

21-ára gamli bakspælarin skaraði av álvara framúr, tá HH Elite streyk avstað eftir steðgin og vann á botnliðnum Bjerringbro.

Tea Hein varð toppskjútti við heili 13 málum, men føroyski liðfelagi hennara var mest effektivi og vandamikli álopsspælarin í dystinum eftir hana. 

11 málstig (mál+upplegg), tí Hein skoraði uppá brotskøstini sum Maria vann Horsens. Sambært tophaandbold.dk hevði skilagóði og kviki føroyski spælarin einki tekniskt mistak í dystinum.

Við sigrinum er Horsens nú á 8. plássi, sum gevur atgongd til ovara endaspæl í fremstu donsku deildini. Har endaðu Mariu Nólsoy og tær eisini í fjør.

[object Object]
Rakul Wardum og Maria Pálsdóttir Nólsoy til venjing undir HM-endaspælinum í Týsklandi. Báðar vóru í dysti í gjár - har hevði Maria fleiri orsøkir til at smílast (Mynd: Sverri Egholm)

Viborg HK - Ringkøbing HK 30-29 (16-14)
Rakul Wardum 3 bjargingar (eina uppá brotskast) - Jana Mittún spældi ikki fyri Viborg vegna sjúku

Talan var um ógvuliga tættan dyst mitt í Jútlandi, har Simone Petersen avgjørdi fyri heimaliðið við brotskasti í seinasta sekundi. 

Tá var Stephanie Christensen í mál há Ringkøbing. Hon og Rakul Wardum spældu umleið helvt um helvt. Rakul bjargaði einum brotskasti, men annars gekst ikki so væl at fáa fatur á bóltunum: 18 skot á mál og tríggjar bjargingar.

Ringkøbing hevur ikki vunnið síðani móti Skanderborg í september - tíðliga í kappingini og er í botnstríðnum: Bert tvey stig frá Skanderborg, Bjerringbro og strikuni.

Les eisini: Súna stóran leiklut í lyklasigri hjá Skanderborg

Viborg er á 4. plássi, ið kann geva fyrimunir í endaspælinum. Í gjárkvøldið spældi liðið uttan Janu Mittún, sum serliga hevur stóran leiklut í álopsspælinum. Sambært Viborg Folkeblad var hoyvíkskvinnan sjúk, og Viborg vantaði hana í ivasama avrikinum.

Leygardagin spælir Viborg á útivølli móti oddaliðnum Team Esbjerg

HØJ Elite - København Håndbold 32-28 (18-22)
Marita Mortensen, eina útvísing

Eins og í dystinum siðsta vikuskifti, hevði Marita Mortensen lítlan leiklut í álopinum hjá uppflytarunum. 

Bakspælarin er skrásett fyri eina útvísing í seks-máls tapinum í grannauppgerðini.

Leygardagin skal Marita Mortensen royna seg móti Rakul Wardum og Ringkøbing

Ikast Håndbold - Odense Håndbold 36-37 (17-21)

Claus Mogensen, landsliðsvenjari, er eisini høvuðsvenjari hjá Ikast. Liðið stendur seg væl í Champions League men er í løtuni nummar fimm í donsku deildini.

Í gjár var um reppið, at Ikast vendi dystinum móti Odense, sum er á 2. plássi. Í síðsta minutti hevði Ikast bóltin og kundi skora til 37-36 men misti bóltin, og Odense avgjørdi ístaðin.

Leygardagin seinnapartin vitja Claus Mogensen og lið hansara í Skanderborg, har Sùna Krossteig Hansen og tær taka ímóti - Súna K. Hansen hevði stóran leiklut í týðandi sigri hjá Skanderborg týskvøldið

Sí støðuna í Kvindeligaen her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder