Fótbóltur

Mattias er á mánaðarliðnum í næstbestu donsku deildini

Avrikini hjá føroyska landsliðsmálverjanum í apríl vekja ans.

Góður heiður til 24-ára gamla føroyska landslðsmálverjan, sum var við til at vinna fýra dystir í apríl. Mattias Lamhauge stóð millum annað heilt væl móti AaB seinast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Góður heiður til 24-ára gamla føroyska landslðsmálverjan, sum var við til at vinna fýra dystir í apríl. Mattias Lamhauge stóð millum annað heilt væl móti AaB seinast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-02 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur spælt 11 almennar dystir síðani skifti frá B36 í vetur, og higartil hevur Mattias Lamhauge fyri tað mesta víst seg væl fram í Fredericia.

Havnarmaðurin hevur verið á vikuliðnum fyri næstbestu donsku deildina nakrar ferðir, og nú mánaðarliðið fyri apríl er sett, er Mattias málverjin.

[object Object]
Skíggamynd - 1. Division 

Góður heiður til 24-ára gamla føroyska landslðsmálverjan, sum var við til at vinna fýra dystir í apríl. Mattias Lamhauge stóð millum annað heilt væl móti AaB seinast.

Í steypakappingini helt hann málið reint í seinnu hálvfinaluni ímóti Silkeborg úr Superliguni.

Nú klokkan 17 spæla Mattias og Fredericia móti oddaliðnum í NordicBet-deildinu Sønderjyske. Dysturin sæst á TV3 Sport og Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder