Fótbóltur

Mattias helt aftur málið reint

Fredericia spældi málleysan javnleik í Næstved í gjár.

(Savnsmynd: Ingi Arge / B36)

(Savnsmynd: Ingi Arge / B36)

2024-03-10 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FC Fredericia spældi í gjár sín triðja kappingardyst eftir vetrarsteðgin. Mathias Lamhauge varð lagdur afturat hópinum í vetur, og føroyski landsliðsspælarin hevur nú hildið málið reint í tveimum dystum.

Tað vóru ikki so nógvar heilt vandamiklar málroyndir í Næstved, men Mathias tók sær av tí, sum hann skuldi og var tryggur. 

Fredericia liggur á fjórða plássi og skal eftir landsliðssteðgin spæla uppflytingarspæl. Mathias Lamhauge verður í morgin úttikin til landsliðið - uttan so at okkurt heilt óvanligt er. 

24-ára gamli málverjin og hinir skulu spæla venjingardystir móti Liktinstein og Danmark ávíkavist 22. mars og 26. mars. Áðrenn tað taka hann og Fredericia og hinir ímóti HB Køge 16. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder