Hondbóltur

Mattias Lamhauge er við at gera sáttmála við Strømgodset

Landsliðsmálverjin skiftir sum skilst úr Superliguni til norska felagið, sum júst er flutt niður úr bestu deildini har. Magne Hoseth verður ein av venjarunum hjá 26-ára gamla havnarmanninum, sum er í Drammen í dag.

Mattias Lamhauge verður fyrstimálverji, um hann skiftir til Noregs. Í Fredericia hevur álit ikki verið sýnt føroyinginum (Mynd: Sverri Egholm)

Mattias Lamhauge verður fyrstimálverji, um hann skiftir til Noregs. Í Fredericia hevur álit ikki verið sýnt føroyinginum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-09 15:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mattias Heðinsson Lamhauge skifti tíðliga í 2024 úr B36 til Fredericia, sum tá spældi í næstbestu donsku deildini. Síðani er liðið flutt upp, og Mattias spældi í 2025 15 av teimum 18 Superliga-dystunum hjá Fredericia.

Nú tvey ár seinni skiftir fyrsti málverjin á landsliðnum til norskan fótbólt. 

Kringvarpið bar í gjár tíðindini um, at Fredericia hevði selt 26-ára gamla føroyingin til Strømgodset.

Sum skilst er Mattias Lamhauge í norska býnum Drammen í dag, og Portalurin og FM1 vita frá fleiri keldum, at alt er við at koma uppá pláss. Væntast kann, at føroyski málverjin verður kunngjørdur í Noreg skjótt.

Harvið skal havnarmaðurin við handskunum eftir øllum at døma spæla fyri millum annað Magna Hoseth: Fyrrverandi KÍ- og B36-venjarin varð í vikuni kunngjørdur sum annar hjálparvenjarin hjá Strømgodset, men sum skilst verður kendi norðmaðuruin høvuðsvenjari.

[object Object]
Magne Hoseth (t.v) varð kunngjørdur sum annar hjálparvenjari hjá Strømgodset í vikuni - her saman við  Jimmy Brinksby. Sum skilt verður Hoseth tó høvuðsvenjari (Mynd: Strømgodset Toppfotball)

[object Object]
Mattias Lamhauge saman við Etienne Green, einum av mongu kappingarneytunum seinastu tíðina í Fredericia (Mynd: Fredericia)

Nýggja liðið hjá Mattiasi og Magna Hoseth flutti í fjør niður úr bestu norsku deildini, Eliteserien. Málið er nú at flyta upp aftur úr OBOS-deildini, og tað skal vera við føroyska landsliðsmálverjanum sum fyrsta málverja.

Tað var Mattias Lamhauge í løtum í Fredericia, men venjarin og felagið tyktust tó ikki at hava 100 prosent álit á føroyinginum. Hetta kom nakrar ferðir til sjóndar í fjør og var helst ein høvuðsorsøk til, at málverjin valdi ikki at leingja sáttmálan, tá tað stóð honum í boði í heyst. 

Ístaðin fekk Fredericia Valdemar Birksø aftur í hópin - kappingarneytin hjá Mattiasi skifti annars til Fredrikstad á sumri 2025. 

Vit hava seinnapartin roynt at fingið fatur á Mattiasi Lamhauge og umboðsmanni hansara fyri at endaliga váttað tíðindini, men tað er ikki eydnast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder