Hondbóltur

Máttmiklir montenegrobúgvar bíða

Føroyar møta Montenegro, ið tapti við einum máli ímóti Slovenia, í fyrsta umfarinum.

Vilhelm Poulsen skoraði útjavnandi málið móti Sveis fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen skoraði útjavnandi málið móti Sveis fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-18 11:59 Author image
Tormóður Petursson Djurhuus
placeholder

Fríggjakvøldið leiktu Føroyar javnt ímóti Sveis, í einum sonnum gysara. Í dag er mótstøðuliðið Montenegro, í einum dysti, har ein sigur er sera umráðandi, um vónir skulu vera um at spæla seg víðari úr bólkinum.

Veddingarfyritøkurnar, sum mettu ein sigur til Sveis vera sannlíkan, fríggjakvøldið, meta at føroyingar eiga størra møguleikan í dag.

Talan er um eitt mótstøðulið, sum spælir uppá stødd og styrki, har skot úr frástøðu kunnu væntast. Máttmiklu montenegrobúgvarnir fara at trýsta føroyingar, men eiga Føroyar ein kláran mun, tá ið tað snýr seg um ferð og hegni.

Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal sita aftur uttanfyri dystarhópin í dag.

Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð.

Fylg við beinleiðis bloggi á Portalinum

Sí eisini: Pauli Mittún: - Máttmiklir montenegrinar fara at trýsta føroyingar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder