Fótbóltur

Meinhard ársins spælari í Mjøndalen

Føroyski landsliðsspælarin fer víðari eftir trý ár í norska felagnum, sum hann var við at halda í næstbestu norsku deildini.

- Hann hevur verið ein umráðandi spælari, síðani hann kom til okkum í 2022, og hevur givið okkum nógvar upplivingar síðani, skrivar Mjøndalen (Mynd: Mjøndalen)

- Hann hevur verið ein umráðandi spælari, síðani hann kom til okkum í 2022, og hevur givið okkum nógvar upplivingar síðani, skrivar Mjøndalen (Mynd: Mjøndalen)

2024-12-05 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskiftið greiddi Mjøndalen sína skyldu móti FK Jerv við eisini at vinna seinna upp- og niðurflytingardystin.

Tað endaði 3-1 til Mjøndalen og harvið 5-2 samanlagt. Tað merkir, at Mjøndalen sleppur undan niðurflyting til triðbestu norsku deildina.

Meinhard Egilsson Olsen spældi 90 minuttir á vinstra vongi hjá Mjøndalen. Hetta vóru samstundis seinastu minuttir landsliðsleikarans í norska felagnum, sum hann kom til í januar 2022.

Sum skilst vildi Mjøndalen gjarna, at Meinhard skuldi halda fram, men í dag hevur liðið endaliga takkað honum fyri tíðina á sínum Facebook-vanga: 

- Hann hevur verið ein umráðandi spælari, síðani hann kom til okkum í 2022, og hevur givið okkum nógvar upplivingar síðani. Vit siga Meinhardi 1000 takk fyri hansara innsats og ynskja honum alt tað besta víðari.

Meinhard Olsen varð kosin til ársins spælara í felagnum nú eftir kappingarlok. Kraftmikli vongurin sleit krossbandið í mai 2023 men kom væl fyri seg og hevði í ár níggju málstig, umframt nógv góð avrik. 

[object Object]

Tað hevur verið greitt í eina tíð, at 27-ára gamli landsliðsspælarin ikki fór at halda fram í Mjøndalen. Spurningurin er so, hvar hann fer at spæla í 2025.

Sum skilst eru fleiri føroysk felag áhugaði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder