Fýra av teimum fyrru play-off dystunum í nýggju útgávuni í Champions League vórðu spældir í gjárkvøldið.
Í gjár, týsdagin 11/2:
Stade Brest 29 - PSG 0-3 (0-2)
Sporting CP - Borussia Dortmund 0-3 (0-0)
Manchester City - Real Madrid 2-3 (1-0)
Juventus - PSV Eindhoven 2-1 (1-0)
Ousmane Dembéle er í stórformi fyri PSG, og hann skoraði tvey av málunum í "fronsku uppgerðini". Harvið er PSG, eins og fyrrverandi felagið hjá Dembéle, so at siga víðari. Dortmund vann eisini 3-0 á útivølli. Øll málini í portugisiska høvuðsstaðnum komu í 2. hálvleiki.
Tað er enn ógvuliga opið millum Juventus og PSV undan dystinum í Niðurlondum - Real Madrid hevur vunnið sær ógvuliga góðan fyrimun.
Erling Haaland legði annars Manchester City á odda tvær ferðir í greitt tí størsta dystinum á kvøldinum. Talan var um tvey heldur umstrídd mál - ta fyrra kannað leingi av VAR fyri møguliga rangstøðu og tað seinna eitt heldur ivasamt brotsspark.
![]()
![]()
Erling Haaland fegnaðist í løtum, men eftir seinasta bríksl var kenslan ein heilt onnur (Mynd: EPA)
Real Madrid legði tó líka í og sigraði aftur á Manchester City. Brahim Diaz, ið áður hevur spælt fyri júst City, javnaði, tá fimm minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini. Í yvirtíðini var onglendingurin Jude Bellingham á rætta staðnum og avgjørdi til 3-2. Pep Guradiola og hansara menn hava uppaftur meira at hugsa um.
![]()
Kylian Mbappé skoraði fyrsta málið hjá kongafelagnum, og ein onnur stjørna setti punktum fyri kvøldið. Tað er tó einki avgjørt undan dystinum í Madrid, sum verður týskvøldið (Mynd: EPA)
Hini átta liðini í umfarinum spæla fyrru dystirnar í kvøld.
Í dag, mikudagin 12/2:
17.45: Club Brügge - Atalanta
20.00: Celtic - Bayern München
20.00: Monaco - SL Benfica
20.00: Feyenoord - AC Milan
Samanløgdu vinnararnir koma í áttandapartsfinalurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald