Annað

Menn hjá Havnar Svimjifelag aftur sett nýtt met

Bartal Erlingsson Eidesgaard, Óli Mikkelsen, Isak Brisenfeldt, og Silas Dam Lindberg svumu seg í gjár til nýtt met í 4x100 metrar frí.

(Mynd: Havnar Svimjifelag)

(Mynd: Havnar Svimjifelag)

2026-04-27 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Swim Open Tórshavn sunnukvøldið setti liðið við monnum hjá Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met í 4x100 metra frísvimjing á langgeil.

Tað gjørdu teir, tá teir svumu seg til gull víði tíðini 3.35.69, skrivar Havnar Svimjifelag.

Gamla metið á 3.36.51, sum varð sett á somu stevnu í fjør, átti Havnar Svimjifelag eisini.

Teir, sum settu met í gjárkvøldið vóru Bartal Erlingsson Eidesgaard, Óli Mikkelsen, Isak Brisenfeldt, og Silas Dam Lindberg. 

Leygarkvøldið settu teir fýra eisini nýtt føroyskt met í 4x100 blandaðari svimjing á langgeil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder