Annað

Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2 á Fleyr

Bónuskappingin, menn: Fleyr – Mjølnir 2-3 (25-13, 17-25, 21-25, 25-23, 15-17).

(Mynd: Mjølnir)

(Mynd: Mjølnir)

2026-04-13 10:27 Author image
Innsent
placeholder

Í Bónus steypakappingini hjá monnum spældi Mjølnir í gjár við eld, tá ið Fleyr fekk dystarbólt í fimta setti, men Mjølnir hóraði undan og vann loksins javnbrótaran 17-15.

Var tað hinvegin Fleyr, sum vann javnbrótaran, hevði Mjølnir endað á fjórðaplássinum, og hevði tí skula spælt hálvfinalu ímóti føroyameistaranum SÍ, sum hevur vunnið bólkin.

Men enn er ikki sloppið hjá Mjølni, tí vinnur Fleyr sær eitt stig í síðsta dystinum ímóti SÍ í morgin, fer Fleyr framum Mjølnir og skal so møta ÍF í hálvfinaluni.

Skipanin er, at nr. 1 og 4 møtast í aðrari hálvfinaluni og nr. 2 og 3 í hinari.

Í javnbrótaranum í gjár legði Fleyr betur fyri og legði seg á odda 7-4 og 11-7, men eftir leikbrá vann Mjølnir fimm stig á rað fór framum 12-11 og fekk eisini dystarbólt við støðina 14-12.

Men við trimum á rað til Fleyr fingu havnarmenn brádliga dystarbólt við støðuna 15-14, sum teir tó ikki gagnnýttu, tí klaksvíkingar vunnu teir næstu tríggjar bóltarnar og settið 17-15.

Vuc Ilic gjørdi tað til 16-15 við risablokki, áðenn síðsta smassjið hjá Fleyr fór út av vøllinum, so at Mjølnir vann dystin.

Støðan í bónuskappingini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1389
2ÍF448
3Mjølnir4-25
4Fleyr304
5Ternan4-101

Ein dystur restar í í bólkaspælinum: Fleyr - SÍ, sum verður spældur í morgin kl. 19.

Hálvfinalurnar verða spældar í Kollafirði leygardagin 18. apríl, og finalurnar við Tjarnir leygardagin 25. apríl.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder