Hondbóltur

Møguligt miðumfar: Nakað yvir 1.000 føroysk atgongumerki í fyrstu syftu

Um Føroyar vinna seg víðari til Malmö, so verða atgongumerki skjótt sett til sølu. Roynt verður at fáa uppaftur fleiri, um úrslitini vera góð í kvøld - men Andrass Thomsen staðfestir eisini, at tað ikki verður lætt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-20 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- So hvørt man tryggjar sær pláss til miðumfarinum, so verða atgongumerki leysgivin fyri fjepparar hjá tí landinum - millum annað hava íslendingar fingið leysgivið pláss til Malmö, tí teir hava spælt seg víðari. Tey leggja nakað yvir 1.000 atgongumerki at byrja við. So fáa vit at síggja, um hetta er nóg mikið til føroyingar.

Soleiðis greiðir Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum frá.

Tey í HSF eru, líkasum tey í Atlantic Airways, til reiðar til støðuna, um Føroyar megna at koma til EM-miðumfarið.

Tvey lið koma víðari til Malmö - sí meira um tað her: Seinasta umfarið: Einki avgjørt men Føroyar hava alt í egnum hondum

Harvið kann nógv fara at henda skjótt eftir Slovenia-dystin, og tað verður veruligur gravgangur hjá føroyingum, um Føroyar skulu spæla í Malmö næstu vikuna.

Stjórin í HSF lovar, at man fer at royna at fáa so nógva atgongumerki tøk sum gjørligt, um Føroyar koma til miðumfarið í Malmö. Men fimm onnur lið eru í bólkinum, tað verður koyrt við dagsbilettum har eisini, og áhugin er stórur - serliga frá svensku vertunum og íslendingunum.

Malmö Arena tekur beint undir 12.000 áskoðarar til slíkar dystir.

Sí samrøðu við Andrass Thomsen, sum varð gjørd í gjár, ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder