Fótbóltur

Mourinho vrakar Pogba sum varaliðskipara

Manchester United sligið úr Carabao steypakappingini eftir brotssparkskapping móti Derby.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2018-09-26 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg hava einans tikið avgerð um, at Paul Pogba ikki longur er varaliðskipari á liðnum. Eg eri tann, ið havi tikið avgerðina um, at Pogba skuldi vera varaliðskipari, og tað er sami maður, ið nú tekur avgerð um, at hann ikki longur skal vera tað longur.

Tað var ein týðuliga ónøgdur José Mourinho, sum tosaði við Sky Sports eftir dystin á Old Trafford í gjárkvøldið, tá Manchester United varð sligið út úr lítlu ensku steypakappingini Carabao Cup.

Mótstøðuliðið var Derby County úr næstbestu deildini, sum hevur fyrrverandi Chelsea-stjørnuna Frank Lampard sum liðskipara.

United kom á odda í byrjanini av dystinum. Tíðliga í øðrum hálvleiki javnaði Derby. Og fáar minuttir fyri leiklok, kom aðrudeildarliðið framum 2-1, men í doyggjandi minuttunum javnaði Fellaini, hóast Manchester United tá spældi við 10 monnum móti 11.

Í hesi kappingini verður ikki farið út í longda leiktíð, men beinleiðis til brotssparkskapping. Her tapti United – syndarin var Phil Jones, ið brendi sítt spark.

Hygg her hvat Mourinho segði við Sky Sports eftir dystin.

Aftur í kvøld verða spennandi dystir í hesi steypakappingini í Onglandi. Mest spenningur er dysturin á Anfield Road, har Liverpool tekur ímóti Chelsea. Tottenham spælir á heimavølli móti Watford, meðan Arsenal spælir móti Brentford.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder