Fótbóltur

Pætur Petersen leitar eftir felagi í Danmark

Hann er B36-toppskjútti í ár men heldur ikki fram í felagnum. Skálvíkingurin hevur sum skilst onkra royndarvenjing í vetur.

27-ára gamli álopskendi spælarin kom aftur til felagið í vetur eftir átta og eitt hálvt ár aðrastaðni - eftir seinasta umfar leygardagin fer Pætur Petersen at royna aðrar leiðir (Mynd: Sverri Egholm)

27-ára gamli álopskendi spælarin kom aftur til felagið í vetur eftir átta og eitt hálvt ár aðrastaðni - eftir seinasta umfar leygardagin fer Pætur Petersen at royna aðrar leiðir (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-22 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, so heldur Pætur Petersen ikki fram í B36 eftir hetta kappingarárið.

27-ára gamli álopskendi spælarin kom aftur til felagið í vetur eftir átta og eitt hálvt ár aðrastaðni. Sambært FaroeSoccer hevur hartarbeiðandi spælarin skorað 10 mál í 27 dystum samanlagt, og er hann toppskjútti hjá B36 fyri kappingarárið..

Pætur Petersen flytir til Danmarkar við familjuni, og sum skilst ætlar spælarin í góða fótbóltsaldrinum at royna at fáa ein sátttmála við felag í Keypamannahavn-økinum.

Skálvíkingurin skal til onkra royndarvenjing í vetur.

Pætur Petersen spældi uttanfyri landoddarnar í 2023, tá hann var í KA Akureyri í Íslandi, sum eisini hevði evropeiskar uppgávur tað summarið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder