Fótbóltur

Youth League: Ungu víkingarnir hava stóra uppgávu á Tórsvølli

Genk, sum hevur eina frálíka ungdómsdeild, vitjar á Tórsvølli klokkan 19 til fyrra dystin í 2. umfari. FM1 sigur frá dystinum.

Víkingarnir kundu fegnast um greiðan sigur á estiskari mótstøðu á Tórsvølli fyrst í mánaði - nú er eitt sterkt belgiskt lið í landinum (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingarnir kundu fegnast um greiðan sigur á estiskari mótstøðu á Tórsvølli fyrst í mánaði - nú er eitt sterkt belgiskt lið í landinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-22 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri trimum vikum síðani sendi Víkingur estiska Narva Trans út við 4-1 sigri á Tórsvølli (samanlagt 4-2).

Sí eisini: Unga Víkinga-liðið vann seg víðari úr Youth League

Hetta merkir at Youth League-liðið hjá víkinginum, sum er U19 í aldri, nú skal royna seg í 2. umfari í kappingini sum tað fyrsta føroyska felagið higartil.

Og tað er eingin ivi um, at mótstøðan hjá Víkingi nú harðnar. Genk hevur eina ógvuliga sterka ungdómsdeild.

Belgiska felagið hevur millum annað verið við til at ment spælarar sum Kevin De Bruyne, Thibaut Courtois, Divock Origi, Yannick Carrasco og Leandro Trossard.

Harvið verður talan um eina stóra men spennandi uppgávu hjá Víkingi, sum hevur ment nógvar dugnaligar føroyskar spælarar.

Dysturin byrjar klokkan 19 á Tórsvølli. Tað er ókeypis atgongd til dystin, men neyðugt er at skráseta seg her.

Dysturin kann ikki stroymast, men FM1 sigur frá honum. Pætur Nolsøe verður til reiðar á Tórsvølli stutt áðrenn klokkan 19.

Til ber at lurta eftir FM1 her

2. umfar í UEFA Youth League:
Mikudagin 22. oktober á Tórsvølli
Víkingur - KRC Genk 

Mikudagin 4. november í Genk
KRC Genk - Víkingur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder