Týsdagur 6. januar og harvið bert tíggju dagar til fyrsta EM-dystin hjá føroyska liðnum í Oslo. Eysturkommuna er ikki beinleiðis kend fyri hondbólt, men eisini her merkist í morgun eitt sindur til, at ein spennandi ítróttarhending nærkast.
Eftir fyrsta fríkorterið fyrrapartin, og eftir spæl í nógva kavanum, komu børnini í skúlanum við Gøtugjógv inn í miðhøllina at heilsa uppá nakrar hondbóltsspælarar.
- Vit eru glað og errin av, at tit eru komnir her, og vit síggja fram til at fylgja tykkum til EM
Soleiðis segði Atli F. Johansen, skúlastjóri, millum annað, tá hann bjóðaði hondbóltsmonnunum vælkomnum. 17 spælarar vóru har – Pauli Mittún og Tórður Skoheim Guttesen høvdu annað á skránni, og blaðungi Micah Wardum Ragnarsson avloysti síðstnevnda til dagsins uppgávur.
Ein í EM-hópinum er hálvur gøtumaður og harvið partvíst á kendum gøtum:
- Pápi mín er gøtumaður og gekk í skúla he, so tað er ordiliga stuttligt at vera her í dag, staðfesti Tróndur Mikkelsen, sum eisini fekk orðið.
Áðrenn teir fóu at skriva autografar, sluppu fleiri spælarar at svara uppá spurningar frá spentu skúlabørnunum. Umframt at spyrja um venjing og komandi EM-kappingina, komu spurningar um yndisburgara og um onkrir av landsliðsspælarunum hava róð kapp eisini.
Í skúlanum við Gøtugjógv ganga umleið 140 næmingar. Talan er um børn millum 3. og 7. flokk, og í dag sluppu tey at nýta eina góða løtu saman við EM-hópinum, áðrenn teir átjan við fylgi fóru víðari til Kambsdal, har venjing var á skránni.
Slíkar vitjarnir eru partir av skránni áðrenn fráferð til Noregs - sí yvirlit frá í gjár her
Sí myndir frá skúlanum niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald