Hondbóltur

Myndir: Føroyingar í dystarhøllini - fríggjakvøldið verður tað

Sveis er skjótt á skránni í Unity Arena, har túsundtals føroyingar fara at fylkjast fríggjadagin. Sí myndir av stórhøllini og frá venjingini.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-14 18:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Unity Arena, Olso (Portalurin): Tað var ikki serliga nógvur larmur í stórhøllini í Bærum, sum liggur í Oslo-útryðuni, meðan føroysku hondbóltsmenninir vandu.

Fram til 1998 lá sonevndi Fornebeu-flogvøllurin skamt hiðani. Í hesum døgum koma ein rúgva av flogførum við spentum føroyingum til norska høvuðsstaðnum - Atlantic Airways er í gongd við at gera eina loftbrúgv til Oslo.

Tað fyrsta flogfarið lendi í Gardemoen um middagsleitið við lokala tíð. Hetta var millum annað við føroysku spælarunum umborð.

Sí eisini: Pauli Jacobsen: - Eru í einari boblu - nú gleða vit okkum bara at koma í gongd

Her hava risa tónleikanøvn nøvn sum Rolling Stones, Metallia og Beyonce framført, og í 2010 var Eurovision í Unity Arena (fyrr Telenor Arena)

Fríggjakvøldið eru tað føroysku og sveisisku spælararnir, sum eiga stóra pallin, tá tey skulu spæla um týðandi EM-stig. 

Pláss er fyri umleið 8.000 áskoðarunum, og til dystirnar hjá Føroyum fara sum skilst umleið 6.000 fólk í høllini at halda við Føroyum.

Les eisini: Vænta umleið 6.000 føroyskir hondbóltsfjepparar í Oslo

Talan er annars um gamla heimavøllin hjá fótbóltsfelagnum Stabæk. Sum vant var fótbóltur partur av upphitingini hjá hondbóltsmonnunum, men spælið var ikki til heiðurs fyri einum fótbóltsvølli: Einki mál, nógv skot framvið og bert hendinga fínar detaljur við bóltinum.

Tíbetur eru hondbóltsevnini har, og allir átjan vandu - Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún tó framvegis ikki saman við hinum allatíðina. Teir mugu metast sum ivasamir til fríggjadagin. Miðlarnir sóu ikki alla venjingina.

Sí myndir, ið Sverri Egholm tók í kvøld, niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder