Fótbóltur

Myndir: KÍ vann stórsteypið hjá kvinnum

2-1 til KÍ í síðsta dystinum áðrenn landskappingin fer í gongd. Sí myndir av Tórsvølli.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-24 19:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ brustu í dag saman á Tórsvølli í ársins stórsteypadysti. Klaksvíkskvinnur vunnu 2-1 og øll málini komu í fyrra hálvleiki.

Føroyameistararnir frá í fjør, KÍ, fingu eina góða byrjan móti steypavinnarunum og longu í fimta minutti legði Eyðvør Klakstein tær bláu á odda 1-0.

Tá góður hálvur tími var leiktur, javnaði Sjarlotta E. Joensen fyri NSÍ. Beint fyri hálvleik var Eyðvør Klakstein aftur uppá spæl, og legði KÍ á odda 2-1.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum til tíðir var javnur. KÍ var kortini betra liðið stóran part av dystinum, og var hepni við teimum, kundu fleiri mál verið komin í seinna hálvleiki.

KÍ kv. - NSÍ kv. 2-1 (2-1)
5' Eyðvør Klakstein 1-0
31' Sjarlotta E. Joensen 1-1
44' Eyðvør Klakstein 2-1

Landskappingin hjá kvinnum byrjar næsta vikuskifti.

1. umfar
NSÍ-Skála ÍF (leygardag 30. mars)
HB-Víkingur (leygardag 30. mars kl. 12:15)
B36-KÍ  (leygardag 30. mars kl. 14:45)
TB/FCS/Royn-FC Hoyvík (mánadag 1. apríl kl. 15:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder