Hondbóltur

Myndir: Seinasta venjingin undan fráferð til Oslo

Føroyski EM-hópurin fyrireikar seg við fullari ferð til endaspælið - serliga til fyrsta dystin sum verður móti Sveis fríggjakvøldið. Flogið verður til Noregs mikumorgunin.

Bjarni í Selvindi, sum spældi væl sunnudagin, í góðum lag nú EM nærkast í hvørjum (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni í Selvindi, sum spældi væl sunnudagin, í góðum lag nú EM nærkast í hvørjum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-13 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-dámur er í Føroyum, og hesin verður tikin við til Noregs i morgin, tá tríggir teir fyrstu beinleiðis túrarnir hjá Atlantic Airways til norska høvuðsstaðin í sambandi við endaspælið verða.

Norrøna setur eisini kós móti Oslo í morginárini, meðan teir sum vóru kokkar umborð har mikudagin, vera umborð á flogfari saman við yvir hundrað øðrum føroyingum.

Teir átjan í føroyska EM-hópinum fyrireika seg serliga til fríggjakvøldið, tá Sveis er á skánni í fyrsta dystinum. Talan er um lykladyst í bólki D, har Slovenia og Montenegro eru við. Tvey lið koma víðari til miðumfari.

Føroyar skulu mest sannlíkt vinna móti Sveis fyri at hava góðan møguleika at koma víðari. Ein av høvuðsspurningum er, um størstu profilarnir í bakketuni vera til reiðar - størri ivamál er um Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum ikki spældi móti Italia um vikuskiftið. Hann vandi tó í løtum við bólti í dag, men tað gjørdi Óli Mittún ikki.

Sí eisini: Elias vandi við eina løtu - Óli vandi við eina løtu

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í Høllini á Hálsi fyrr í dag, niðanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder