Hondbóltur

Myndir: Soleiðis hevur tú ikki sæð landsliðið áður

Vanliga vísa teir síni kynstur á vøllinum, men seinnapartin fingu teir seg royndar sum kokkar á Norrønu.

Teir í EM-hópinum nýttu tíð í køkinum fyrr í dag(Mynd: Sverri Egholm)

Teir í EM-hópinum nýttu tíð í køkinum fyrr í dag(Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-07 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vanligu stjørnukokkarnir á Norrønu vóru í dag skiftir út við stjørnur, sum dagliga vísa síni kynstur á hondbóltsvøllinum. Men dugir A-landsliðið hjá monnum eisini at gera mat?

Liðið er savnað í hesum døgum fram til farið verður til EM-endaspæl í Oslo í næstu viku, og eitt av sosialu tiltøkunum var Masterchef-kapping á Norrønu í dag. Hesa skipaði fyrrverandi hondbóltsspælarin og nú høvuðskokkur hjá Smyril Line, Janus Einar Sørensen, skipaði.

Hópurin varð býttur í fýra bólkar við hvør sínum leiðara og so var bara at fara í gongd. Á matarlepanum var hummarabisque til forrætt, oksalundir við hasselbakaðum eplum og soppasós til høvuðsrætt og sjokulátakøkuna Gateau marcel omaná.

Matgerðin gekk sum heild væl -  hóast ikki altíð so elegant og heldur ikki beint eftir uppskriftini. Royndarkaninir vóru unnustur og foreldur, og tey fingu heiðurin geva ummæli.

Júst Norrøna fer í næstu viku at flyta yvir 1.000 spentar føroyingar til Oslo, har tey fara at stuðla dagsins kokkum.

Vit vóru við myndatólinum í galluni á Norrønu seinnapartin. Sí myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder