placeholder
Annað

Nina skal verja málið hjá StÍF

31 ára gamla Nina Abramovic hevur drúgvar royndir sum málverji á høgum stigi í heimlandinum, Montenegro.

(Mynd: StÍF)

(Mynd: StÍF)

2022-08-07 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

StÍF hevur gjørt sáttmála við málverjan Nina Abramovic.

31 ára gamla Nina, sum kemur úr Montenegro, verður nýggjur málverji hjá besta kvinnuliðnum hjá felagnum.

Hon hevur drúgvar royndir sum málverji á høgum stigi í heimlandinum, og hevur hon vunnið fleiri virðislønir sum besti málverji í ymiskum kappingum í Montenegro. Nina er eisini útbúgvin arkitektur, skrivar StÍF, sum fegnast um samstarvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder