Fyrsti dysturin í umfarinum varð spældur á Skála í gjárkvøldið. Talan gjørdist um eitt gott leygarkvøld fyri teir appelsinlittu, sum vunnu 4-1 á 07 Vestur. Hetta var fyrsti sigur hjá Paula Poulsen og hansara monnum síðani 1. juni. Ein lyklasigur, sum lyfti Skála upp á 7. plássið.
Sí eisini: Skála lyfti seg í botnstríðnum
Í EB/Streymi og hjá B68 fegnast tey als ikki um hetta úrslitið. Hesi bæði feløgini kappast við júst Skála um at sleppa undan 9. plássinum, sum kann geva niðurflyting - og í besta fall upp- og niðurflytingardyst.
Støðan:
B68 og EB/Streymur hava heilt ymiskar uppgávur í dag. Bæði eru á heimavølli, men B68 tekur móti greiða oddaliðnum, meðan EB/Streymur tekur móti liðnum, ið hevur ligið aftast alt árið. ÍF hevur tó, eins og EB/Streymur, stórt sjálvsálit eftir umfarið beint fyri landsliðssteðin. Fuglfirðingar vunnu á HB. Hetta var teirra fyrsti sigur í ár, og kann ÍF fáa nakað av sambandi við einum sigri afturat. EB/Streymur skal byggja á 6-0 sigurin á 07 Vestur og aftur flyta botnstríðið.
B68 fekk stig móti Víkingi tvær ferðir í fjør, men nógv bendir á, at teir úr Eysturkommunu í ár gera reint borð móti Jákupi á Borg og hansara monnum. B68 er uttan millum annað Áka Johannesen (skaði) og Sebastian Lau Nielsen (leikbann). Víkingur skal standa seg uttan skadda Poul Kallsberg í álopspartinum - møguliga restaina av árinum - men liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur ellivu Betrideildarsigrar á rað og stevnir beint móti FM. Víkingur hevur bert tapt fyri KÍ í landskappingini higartil.
Tórður Thomsen og toftamenn skulu royna at halda Finni Justinussen og Víkingi frá at skora á Svangaskarði (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Um Svangaskarður verður ein snávingarsteinur hjá Víkingi, skulu KÍ og HB royna at vera til reiðar. HB hevur tapt tveir dystir á rað, hevur spælt ein dyst fleiri enn Víkingur, hevur væl verri málúrttøku, so FM tykist vera farið. KÍ er í lítið sindur betri støðu, men sigur á arvafíggindanum er eitt krav í dag. KÍ hevur ikki vunnið á HB í fýra kappingardystum í ár - Sormani og hansara menn hava vunnið allar. Klassikarin í dg sær mest út til at verða ein dystur um silvurkrónurnar, sjálvskenslu og heiður.
Í Gundadali er evropeiskt pláss uppá spæl. B36 skal sum so vinna á NSÍ fyri at veruliga halda spenninginum undan seinastu umførunum, meðan uppflytararnir hava nakað at geva av. Fimm stig skilja partarnar. B36 hevur ein eykamøguleika at taka Evropa við sigri á HB í steypfinaluna, meðan NSÍ skal gera sítt í landskappingini. Liðið hjá Jens Wedeborg er uttan leikbannaða liðformnnin Klæmint Andrasson Olsen til lykldystin - bæði liðini hava sveiggjað í avrikunum í seinstuni.
Betuel Hansen og NSÍ hótta við at renna heilt frá B36. Klokkan 15 spæla liðini lykladyst í Gundadali (Savnsmynd: Sverri Egholm)
22. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 15.09
15.00:
EB/Streymur - ÍF
B36 - NSÍ
KÍ - HB
17.00: B68 - Víkingur
Í gjár, leygardagin 14.09
Skála ÍF - 07 Vestur 4-1 (2-0)
Maxwell Effiom 15' 1-0
Karl Martin Johansen 21' br. 2-0
Ragnar Skála 52' 3-0
Filip Brattbakk 63' br. 3-1
Maxwell Effiom 90+2 4-1
Støðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald