
Tað er í kvøld at nýggja og stóra kappingin fyri U17-landslið í dreingjahondbólt fer av bakkastokki. Hetta í Bylgjuni í Runavík.
Sí eisini: Ungdómshondbóltur á hægsta stigi í Føroyum um vikuskifti
Hesir árgangirnir spældu sínar fyrstu dystir saman seiansta summar, tá Ísland vitjaði. Tá vóru íslendingar omaná.
Í kvøld skulu Føroyar aftur royna seg móti Íslandi. Dysturin í Runavík byrjar klokkan 20. tveir tímar áðrenn seta Sveis og Týskland hol á kappingina í somu høll.
Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo
Føroyski hópurin
Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Valur
Rókur av Skarði, Neistin
Útileikarar:
Gilli Reginson, Neistin
Teitur Hellisdal, Kyndil
Klæmint Ludvig, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Regin Dam, Neistin
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Rani Johannesen, Neistin
Petur Tóri Jacobsen, H71
Hákun Rask Olsen, Neistin
Mortan Eyðunarson, Ikast FS
Boas á Skipagøtu, H71
Páll Müller, Team Klaksvík
Hugin Halgilson, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Brandur Debes Dánialsson, Ajax København
Árni Lassen, Neistin
Dystarskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík (Í dag)
Kl. 18.00 Sveis – Týskland
Kl. 20.00 Føroyar – Ísland
Leygardagin 7. juni Við Tjarnir
kl. 16.00 Sveis – Ísland
kl. 18.00 Føroyar – Týskland
Sunnudagin 8. juni Við Tjarnir
kl. 10.00 Týskland – Ísland
kl. 16.00 Føroyar – Sveis
Atgongumerki til dystirnar í Nordic Open fáast til keyps her:
https://www.atgongumerki.fo/3284768/nordic-open-2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald