Hondbóltur

Noreg og Týskland bresta saman í finaluni seinnapartin

Norsku kvinnurnar eru favorittar at vinna HM-endaspælið. Týskland er í HM-finalu fyri fyrstu ferð í 31 ár.

Nora Mørk, Katrine Lunde, Henny Reistad og hinar á norska liðnum hava verið suverenar (Mynd: EPA)

Nora Mørk, Katrine Lunde, Henny Reistad og hinar á norska liðnum hava verið suverenar (Mynd: EPA)

2025-12-14 12:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Noreg og Týskland spæla klokkan 16:30 HM-finalu.

Norsku kvinnurnar hava verið suverenar í HM-endaspælinum, sum seinastu  vikurnar hevur verið í Týsklandi og Niðurlondum, og eru favorittar at vinna. Noreg hevur vunnið sínar átta dystir við fleiri enn 15 málum í miðal.

Týsku viðvertirnir hava havt eitt gott endaspæl og eru í HM-kvinnufinalu fyri fyrstu ferð í 31 ár.

[object Object](Mynd: EPA)

Týskland vann fríggjakvøldið halvfinaluna móti Fraklandi, og Noreg vann hálvfinaluna móti Niðurlondum.

HM-finala
Týskland-Noreg kl. 16:30 (TV2)

HM-bronsudystur
Frakland - Niðurlond kl. 13:30 (DR)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder