Tað byrjaði við 24 liðum fyri einari viku síðani. Nú er helmingurin farin heim, meðan tólv lið framvegis kappast um EM-krúnuna: Næstu dagarnir eru tætta miðumfarið á skránni.
Føroyingar lógu eftir tvey umfør í bólkaspælinum væl fyri at koma víðari, men eftir úrslitini týskvøldið (17-máls sigurin hjá Sveis á Montenegro og síðani føroyska tapið fyri Slovenia) brast føroyski dreymurin um Malmö og miðumfarið - sum tóktiskt so veruleikakendur.
Sí eisini:
Stóra føroyska burturferðin úr Noreg er av álvara byrjað
Brendu ov illa og vóru ov ofta lumpaðir av snildu slovenunum
![]()
Føroyar og Sveis spældu javnleik, og síðani vann Sveis við fleiri málum móti Montenegro, enn Føroyar gjørdiu (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar enda nummar 13, og tað vil siga beint uttanfyri miðumfarið: Ítøkiliga fýra mál frá Sveis sum í morgin skal spæla í Malmö.
Meginumfarið byrjar í dag við trimum á pappírinum ógvuliga spenanndi dystum í Herning. Tann fyrsti verður um eina løtu millum Týskland og Portugal (klokkan 14.30): Tvey lið sum hava tvey stig við víðari.
Danmark tapti fyri Portugal í Jyske Bank Boxen týskvøldið, og av tí at bert tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki - og trý hava tvey stig við frá bólkaspælinum - so er stórt trýst á ferfaldu heimsmeistarunum hjá Nikolaj Jacobsen undan dystinum móti fronsku evropameistarunum (klokkan 19.30)
EM-meginumfarið
Fýra umfør verða spæld - liðini hava stig við víðari frá bólkaspælinum, eftir hvussu innanhýsis dystirnir eru endaðir har (t.d. vann Portugal á Danmark og skulu liðini ikki spæla aftur)
Bólkur 1:
Frakland 2 stig
Týskland 2 stig
-----------------
Portugal 2 stig
Spania 0 stig
Danmark 0 stig
Noreg 0 stig
1. umfar, í dag 22. januar
14.30: Týskland - Portugal (TV2 Sport/TV2 Play)
17.00: Spania - Noreg (TV2 Sport/TV2 Play)
19.30: Frakland - Danmark (TV2 /TV2 Play)
Bólkur 2:
Svøríki 2 stig
Slovenia 2 stig
-----------------
Ísland 2 stig
Ungarn 0 stig
Sveis 0 stig
Kroatia 0 stig
1. umfar, í morgin 23. januar
14.30: Ísland - Kroatia
17.00: Sveis - Ungarn
19.30: Slovenia - Svøríki
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald