Fótbóltur

Nú er B36 eisini samstarvsfelag hjá FCK

- FCK kann koma við stórari fakligari vitan um teir yngstu barnaárgangirnar, har vit gjarna vilja menna okkum allatíðina, sigur Lasse Egelund úr B36.

Mynd: B36/fck.dk

Mynd: B36/fck.dk

2024-04-11 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í januar var tað AB, og nú er aftur eitt føroyskt felag kunngjørt sum samstarvsfelag hjá FCK.

Talan er um B36, ið serliga vil nýta samstarvið við danska stórfelagið til at flyta barnafótbóltin í felagnum:

- Vit hava valt hetta samstarvið, tí FCK kann koma við stórari fakligari vitan um teir yngstu barnaárgangirnar, har vit gjarna vilja menna okkum allatíðina og "byggja uppá".

Hetta sigur Lasse Egelund, ið hevur høvuðsábyrgdina av barnafótbóltinum í B36, við fck.dk

Danin leggur afturat, at B36 gjarna vil hava amboð, ið kunnu nýtast á vøllinum, umframt nógva spenning. Venjingarumhvørvi í B36 skal vera gott og sunt, og her kann FCK hjálpa, metir man.

Anders Hall Toft, ið stendur á odda fyri samstarvinum við feløg hjá FCK, fegnast um samstarvið. Hetta verður nakað øðrvísi enn við feløgini í Danmark, men tað fer at sambinda fótbóltin í ymiskum londum, og FCK vil gjarna geva vitan, royndir og styrki víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder