
Føroyar komu væl frá byrjan í nýggju Nations League kappingini. Føroyingar bastu Malta á Tórsvølli í gjárkvøldið, og talan var um ein uppibornan sigur, ið ger at Føroyar eru nummar eitt í bólkinum eftir fyrsta umfar.
Les meira: Sera góð føroysk byrjan í Nations League
Frammanfyri yvir 3000 áskoðarum, har Skansin sum altíð var frálíkur, livdi føroyska liðið upp til favorittleiklutin og vísti at í hesari kappingini vilja teir nakað.
Myndir frá dystinum kunnu síggjast her
Leikararnir fegnaðust eftir dystin um málini, sigurin og upplivingina á Tórsvølli, men ásannaðu eisini at teir kundu havt gjørt tað betri.
Video:
Jóan Símun: Fantastiskt at uppliva hendan stemningin
Shaki: Visti ikki hvussu eg skuldi jubla
Nú er fokus á næstu uppgávuna. Hon verður mánadagin í Kosovo, og talan verður um ein øðrvísi dyst í øðrvísi umstøðum.
Føroyski hópurin, umboð frá FSF, áskoðarar og miðlar seta seg seinnapartin í flogfarið við kós móti Pristina, ið er høvuðstaður í Kosovo.
Portalurin er við á ferðini, og vit hava ymiskt tilfar komandi dagar; greinar, myndir og video ið snúgva seg um landsliðið í Kosvo.
Dysturin verður leiktur mánakvøldið klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald