Kappróður

Nú hevur Klaksvíkingur fyrimunin

Eftir tveir sigrar á rað til Norðing svaraði Klaksvíkingur aftur á Fjarðastevnu. Føroyameistararnir vóru á odda allan vegin.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-08 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var størst spenningur um róðurin hjá 10-mannaførunum, tá fimti FM-róðurin í summar varð rógvin á Skálafjørðinum seinnpartin.

Hetta var dagsins seinasti róður, og eins og hinir FM-róðrarnir var dýrdarveður, meðan róð varð.

Klaksvíkingur vann á tveimum teimum fyrstu stevnunum, men síðani hevur Norðingur svarað aftur. Tað var 2-2, áðrenn slagið skuldi standa á Skála seinnpartin.

Vestmenningur er triði báturin í 10-mannafarsróðrinum í ár, men tað er tungt at fylgja við teimum báðum bátunum úr Norðoyggjum.

Tað var eisini ov tungt hjá Norðingi á annars stilla sjógvinum. Klaksvíkingur byrjaði betur og misti ongantíð leiðsluna, hóast kappingarneytin gjørdi nakrar atsóknir. Serliga endaspurturin var fínur, men hetta var dagurin hjá Klaksvíkingi.Talan var um tryggan og flottan róður, og tíðin so mikið góð, at hon var heilt stutt frá metinum á teininum.

Sigurin merkir, at trýst er á teimum úr Norðdepli og Hvannasundi undan Vestanstevnu. Um teir tó vinna tá, verður talan um sanna finalu hjá 10-mannaførinum á ólavsøku.

Annars vunnu báðar dreingjamanningarnar hjá Fípuni Føgru - barnamanningin hevur vunnið FM - og Nevið Reyða sigraði hjá áttamannaførinum. Harvið aftur nógv gull til Klaksvíkar í dag, men ikki eins nógv sum til aðrar stevnur.

Hjá 5-mannaførum við kvinnum endaði Fípan nummar trý, hóast tær frá Jarnbardi vóru farnar umborð á 6-mannafarið aftur - og vunnu ógvuliga sannførandi har. Drekin gjørdi bart í 5-mannaførinum, Sílið vann hjá teimum yngru, Víkingur hjá HR vann hesa ferð hjá 6-mannaførunum við minnum, og sigrar fóru eisini til Kollafjarðar, Kjósina, og Eysturkommunu, Geytan.

Sí øll úrslit og tíðir her (Stavnur.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder