Fótbóltur

Nýggi maðurin hjá B36 gjørdi bart móti KÍ

Liðið hjá Dan Brimsvík fekk týdningarmiklan sigur á trýfaldu føroyameistarunum. Nógv bendi á málleysan javnleik leingi, men so kom Anton Søjberg á vøllin og skoraði tvær ferðir.

Anton Søjberg skoraði tvær ferðir móti KÍ í fyrsta dysti sínum fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Anton Søjberg skoraði tvær ferðir móti KÍ í fyrsta dysti sínum fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-16 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 sendi í fjør KÍ út úr steypakappingini við 2-0 sigri í Gundadali. Aftur í dag endaði tað 2-0 millum liðini í høvuðsstaðnum. Hetta var fyrsti sigur hjá B36 á KÍ í einum landskappingardysti síðani juli 2020 og ein staðfesting av, at Dan Brimsvík og hansara menn vilja - og helst kunnu - veruliga blanda seg í oddastríðið í 2024. Eftir dystin kunnu fleiri spurnartekin setast við KÍ. Liðið var sum so ikki nakað verri enn B36 í einum heldur óruddiligum fótbóltsdysti. Men sannførandi var tað so ikki hjá Haakon Lunov og hansara monnum.

[object Object]
Dystargongdin - í samstarvi við dystir.fo har meira kann síggjast

KÍ kom í Gundadal uttan fleiri av lyklaspælaranum: Serliga var tað eyðmerkt, at Jákup Biskopstø Andreasen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic vóru úti við skaðum. Umframt hetta var Børge Petersen, ið júst er komin aftur frá skaða, heldur við 1. deild, og langtíðarskaddu Hallur Hansson og Jonn Johannesen eru ikki komnir fyri seg.

Harvið var stundin kanska har hjá styrkta B36-liðnum, ið skuldi prógva seg í einum oddadysti. Nakrar góðar støður vóru eisini í fyrra hálvleiki - serliga tá KÍ misti bóltin í uppspælinum. Hetta var rímiliga javnan við nýggju miðverjuni, ein fraklendingur úti av dystarvenjing og ein ungur klaksvíkingur, og uttan liðformannin á vejrukenda miðvølinum. KÍ stóð til at hava fleiri skot, men málmøguleikarnir vóru tó fáir størsta partin av dystinum

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

[object Object]
Í 65. minutti kom Anton Søjberg inn fyri Mattias Hellisdal. Eitt korter seinni skoraði hann til 1-0, og í yviríðini var danin aftur á rætta staðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað sá út til at fara at enda við málleysum janvleiki, ið bæði liðini helst kundu liva rímiliga væl við. Uttan at tað var serliga lívligt, var tað KÍ, ið hótti meira eftir steðgin, men brádliga fór B36 avstað: Skjótt og einfalt álop har kviki Marius Kryger Lindh, ið var ein hóttan í kontraspælinum serliga, fór avstað. René Shaki Joensen var tá farin aftur í KÍ-miðvejruna og helst besti maður í bláum noyddist at kasta seg og beina bóltin til horna.

Magnus Egilsson legði innfyri eftir stutt horna, nýggi danski KÍ-málverjin Mark Jensen, ið avloysti Ara í Haraldsstovu Petersen, kom út og onkursvegna boksaði. Møguliga royndi danin at lofta, men í øllum førum eydnaðist hetta ikki serliga væl. Eitt B36-bein var fyrst á bóltinum, og so var innskifti Anton Sjøberg til reiðar at beina bóltin víðari í málið. 

23-ára gamli danski áleyparin fekk sínar fyrstu minuttir í føroyskum fótbólti í dag. Sjøberg tók sanniliga av, og í yvirtíðini sló hann sigurin fastan. Mark Jensen var annars komin væl út og hevði støðgað Lindh, men Anton Sjøberg var aftur á rætta staðnum. 

[object Object]
Minniligir fyrstu minuttir hjá Anton Søjberg í B36-blusuni (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Man hevur nakað at hugsa um í Klaksvík, nú landsliðssteðgur er (Mynd: Sverri Egholm)
[object Object]
Fegnir B36-fjepparar (Mynd: Sverri Egholm)

Stór frøi í B36-leguni og í skýlinum. Sigurin á KÍ var søtur, ein umráðandi staðfest og stórt stig á vegnum. Hjá Haakon Lunov eru nógv spurnartekin. 4-4-2 við Páll Klettskarð og Pætur Petersen fremst riggaði ikki væl og hóast nakrar glógvandi løtur, so kom KÍ ikki við so nógvum í einum heldur rótutum dysti. Hjá báðum vantaði leingi góðska á serliga seinasta triðinginum, og teir í bláum sóu eisini skinklandi út í nøkrum pørtum og kanska heldur sábærir.

Jákup Vilhelmsen fekk sítt seinna gula kort í yvirtíðini - beint áðrenn 2-0 málið.

[object Object]Jákup Norðoy Vilhelmsne hevði fleiri sterkar atgerðir í verjustøðu, men noyddist tungu leiðina av vølli eftir sítt seinna gula kort (Mynd: Sverri Egholm)

Betrideildin 2. umfar
Í dag - leygardagin 16.03
B36 - KÍ 2-0 (0-0)
80' Anton Sjøberg 1-0
90 (+3)' Anton Sjøberg 2-0

Reytt kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ (90') - tvey gul


B36: Bjarti Vitalis Mørk - Jann Benjaminsen (L), Thomas Lillo, Vilmer Johannes Rønnberg, Magnus Egilsson - Andrass Johansen, Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal (65' Anton Søjberg) - Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki Nielsen (73' Hannes Agnarsson)

Símun Sólheim og Andras Eriksen komu eisini inn seint í dystinum

KÍ: Mark Fabricius Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Cedric Yambere (74' Dan í Soylu), Jákup Norðoy Vilhelmsen, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Claes Phillip Kronberg, Mads Boe Mikkelsen - Páll Andrasson Klettskarð, Pætur Petersen (78' Jóhan Josephsen)

18.00: NSÍ - Skála (3-1)

Dystirnir síggjast eisini á Televarpinum, og til at fylgja við beinleiðis á forsíðu okkara

Í morgin - Sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68

Í gjár, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Støðan:
1.B36 6 stig *
2.Víkingur 6 stig *
3.KÍ 3 stig *
4.Skála 3 stig **
5.HB stig 3 *
6.NSÍ 0 stig **
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig

* Ein dyst fleiri
** Spæla í løtuni (2-1 til NSÍ)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder