placeholder
Fótbóltur

Nýggj nevnd og nýtt navn í Hoyvík

Eins og frá 2009 og til 2011, eitur eitt lið nú aftur FC Hoyvík.

Nýggja nevndin í FC Hoyvík (frá vinstru til høgru): Frankie Jensen, Joan Eiðisgarð, Jón Danielsen, Niklas Samuelsen, Heidi Kollsker, Janus Joensen og Rúni Djurhus.

Nýggja nevndin í FC Hoyvík (frá vinstru til høgru): Frankie Jensen, Joan Eiðisgarð, Jón Danielsen, Niklas Samuelsen, Heidi Kollsker, Janus Joensen og Rúni Djurhus.

2018-11-16 08:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eykaðalfund í Hoyvík í gjárkvøldið, har 25 atkvøddu fyri og 7 ímóti, er nú greitt, at Giza Hoyvík gerst til FC Hoyvík. Hetta skrivar in.fo

Nevndin er eisini nýggj. Frankie Jensen, Joan Eiðisgarð, Jón Danielsen, Niklas Samuelsen, Heidi Kollsker, Janus Joensen og Rúni Djúrhuus sita nú í nevndini fyri hoyvíksfelagið. Nevndin er ikki skipað í leiklutir enn.

Nýggja nevndin sigur, at navnaskifti er fyri at byrja av nýggjum og fyri at gera felagið meira lokalt.

- Tað er fyri at tekkjast Hoyvíkini og hoyvíkingum. Felagið er komið heim. Hetta er ein nýggj byrjan, og vit fara nú í holt við at brynja felagið til framtíðina, har felagið skal gera seg galdandi bæði í ungdóms- og vaksnamannafótbólti, siga tey úr nýggju nevndini. Tey takka gomlu nevndini og Kennethi Hovgaard, formanni, fyri áhaldandi arbeiði.  

FF Giza fer nú í søguna; í øllum førum navnið. Giza legði saman við FC Hoyvík undan kappingarárinum 2012. Harvið hevur felagið koyrt sum Giza Hoyvík í sjey ár. Besta liðið flutti í ár úr 1. deild eftir trý ár har. FC Hoyvík byrjar harvið sína nýggju tilveru í 2. deild. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder