Hondbóltur

Nýggja felagið hjá Andriasi skal hava nýggjan venjara

Stutt fyri at føroyingurin varð kunngjørdur í Hellas Verona, varð Paolo Zanetti uppsagdur, og ungdómsvenjari tekur fyribils yvir.. Liðið er aftast í Serie A, nú 15 umfør resta í.

Andrias Edmundsson til almenna myndatøku í dag - eftir at læknakanning, undirskrift og alt var uppá pláss í Verona. Tað verður á ymsan hátt ein nýggjur veruleiki, og Andrias kann spæla sín fyrsta dyst í Italia fríggjakvøldið (Mynd: Hellas Verona)

Andrias Edmundsson til almenna myndatøku í dag - eftir at læknakanning, undirskrift og alt var uppá pláss í Verona. Tað verður á ymsan hátt ein nýggjur veruleiki, og Andrias kann spæla sín fyrsta dyst í Italia fríggjakvøldið (Mynd: Hellas Verona)

2026-02-02 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 1984-1985 kappingarárið í Serie A var Hellas Verona ovast á stigatalvuni - fyri fyrstu og higartil einastu ferð har. Hetta var millum annað við útlendskum profilum sum Hans-Peter Briegel og Preben Elkjær á liðnum, og talan var um eitt óvæntað meistaraheitið.

Støðan er øðrvísi nú. Hellas hevur verið í Serie A síðani 2019, men er flutt niður nakrar ferðir í Serie B í hesari øldini. Og í løtuni, nú 23 umfør eru spæld, og 15 umfør resta í av kappingarárinum, liggur Hellas Verona nummar 20 og harvið aftast í fremstu italsku deildini.

Liðið hevur spælt átta dystir á rað uttan at vinna, millum annað 4-0 móti Cagliari leygarkvøldið, og tað hevur nú kostað høvuðsvenjaranum starvið. 

Stutt fyri at Andrias Edmundsson í dag varð kunngjørdur sum nýggjur spælari í Verona, komu boðini sum fleiri italskir miðlar hava væntað seinastu tíðina: Paolo Zanetti er ikki longur venjari í felagnum.

- Hellas Verona FC skal kunngerða, at felagið hevur loyst Paolo Zanetti úr starvið sum høvuðsvenjari hjá okkara fyrsta liði. Vit takka hinum og toyminum fyri arbeiði teirra - venjarin hjá okkara Primavera-liðið, Paolo Sammarco hevur venjingina í dag.

[object Object]
Zanetti undir 4-0 tapinum fyri Cagliari leygarkvøldið - helst visti italski venjarin, hvat klokkan hevði sligið (Mynd: EPA)

Primavera-liðið er U19-liðið. Hellas skal tó helst hava ein nýggjan fastan venjara, so tað veður áhugavert at síggja, hvønn Andrias Edmundsson fer at spæla undir.

Tað verður so ikki Paolo Zanetti, sum var venjari í felagnum í tvey og eitt hálvt ár.Felagið hevur millum annað eisini ítróttarstjóra, og skiftið burdi ikki ávirka nógv hjá Andriasi - Hellas Verona hevur spælt fast við trimum miðverjum.

Andrias Edmundsson kann spæla sín fyrsta dyst fyri Hellas Verona fríggjakvøldið 6. februar, tá lykladystur verður móti Pisa, ið er næstniðast í Serie A. Bæði liðini hava 14 stig - uppgerðin verður á Stadio Marc'Antonio Bentegodi, ið tekur umleið 39.000 áskoðarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder