Fótbóltur

Nýggju menninir hjá B36 gjørdu av álvara bart

Áleyparin Zean Dalügge skoraði tvey mál, og Marius Kryger Lindh skoraði og legði upp í sannførandi sigrinum á Svangaskarði.

0-3 á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)

0-3 á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-10 19:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur heintað átta nýggjar spælarar í vetur, og í 1. umfari avgjørdu tveir danskir álopskendir spælarar, meðan aðrir sóu heilt stinnir.

[object Object]
Í samstarvi við dystir.fo - sí meira her

Bert fimm minuttir vóru spældir, tá Marius Kryger Lindh varð sendur avstað í høgru. Vongurin legði flatt og beinrakið innfyri til Zean Dalügge. 20-ára gamli danin setti innarusíðuna á, og so var 1-0.

Bakkarnir hjá B68 - tvíburðarnir Bárður Ólavsson Jensen og Aleksandur Jensen - vóru ofta um ein háls av kviku vongspælarunum hjá B36. Fyrrverandi AB-spælararnir góvu sum heild teimum í reyðum høvuðbrýggj, men tað manglaði tað síðsta hjá Bjarka Nielsen.

Marius Kryger Lindh skoraði sjálvur tíðliga í 2. hálvleiki. Tað burdi helst verið meira enn 0-1 í steðginum á Svangaskarði, tí teir í hvítum og svørtum spældu væl og høvdu sínari møguleikar. B36 rakti millum annað tvørtræðið, og neyðugt varð hjá B68 at bjarga á strikuni.

[object Object]
Andrass Johansen vinnur bóltin fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir her

Menninir hjá Jákup á Borg hóttu ikki veruliga sigurin hjá B36 eftir 0-2 málið, hóast millum annað innskifti Jóhann Hansson Joensen royndi. Tað var ikki eins flótandi og sannførandi hjá B36 seinasta hálvan tíman, men nýggi áleyparin hjá havnarfelagnum gjørdi aftur bart í 74. minutti og stongdi hurðina.

Ógvuliga góð byrjan hjá Zean Dalügge, sum B36 hevur leigað úr Vendsyssel. Hann var lívligur, og sum heild so kunnu trý mál og trý stig á Svangasakarði vera ógvuliga nøktandi fyri Dan Brimsvík. Hetta eisini tí at nýggju norðurlendsku verjuspælararnir sóu góðir út: Thomas Lillo og Vilmer Rønnberg vardu brotsteigin væl saman við millum annað Jelle van der Heyden, og allir sóu væl út við bóltinum.

B68 fekk ikki heilt bjóðað av, hóast onkrar góðar støður vóru, tá tað var 0-1. Liðið av Toftum skal hava stig í øðrum dystum - B36 fær seg av álvara roynt, tá KÍ vitjar leygarkvøldið.

Hinir dystirnir í 1. umfari
Í dag, sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF 6-0 (3-0) - Flúgvandi føroyameistarar móti ÍF
 
HB - NSÍ (18:00)
Skála ÍF - EB/Streymur (18:30)

Í gjár, leygardagin 9. mars
07 Vestur - Víkingur 0-2 (0-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder