
Aftaná avbjóðingar av veðrinum, sum førdu til at kappríðingin var útsett frá leygardegi til sunnudag, eydnaðist at enda at halda árligu kappríðingina við Leynavatn.
Siðbundna kappríðingin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 1970, og hóast tað stundum eru avbjóðingar av, at sandurin er ov lítil, so hevur tað eydnast at halda kappingina hvørt ár.
Kappríðingin hevur seinastu árini verið merkt av, at tær ungu kvinnurnar hava tikið yvir á sigurspallinum. Seinastu tvey árini hava tvær blaðungar kvinnur vunnið FM í kappingini tvíspor vaksin, og sunnudagin traðkaði so enn eitt nýtt stjørnuskot fram á hendan sigurspallin, tá Ranja H. Djurhuus vann kappingina.
16 ára gamla Ranja og hesturin Sirkill vunnu í fjør tvíspor ung, og í ár fara tey bæði so at royna at vinna hjá teimum vaksnu. Nummar tvey gjørdist Alberg B. Lützen á Braga og nummar trý var Barbara Carlsen á Svannu.
Sera tætt var millum fremstu rossini, tíðirnar vóru ávikavist 20,01, 20,06 og 20,11 sekund. Leggjast kann afturat, at Silfá, sum gjørdist nummar fýra, hevði tíðina 20,12, so ellivu hundraðpartar av einum sekundi vóru frá nummar eitt til nummar fýra.
Eisini hjá teimum yngru í tvíspor ung var sera tætt, men at enda vunnu tey somu sum seinast, nemliga Sólrun Lützen á Thor, tey høvdu tíðina 20,43 sekund. Simona Tornby og Kiljan vóru tó sera lítið aftan fyri Sólruna og Kiljan við tíðini 20,54. Spennandi verður at síggja hesi bæði á ólavsøku. Nummar trý gjørdist Brynja Lützen á Tittuni.
Tøltkappingina vann Silja G. Eystberg á Tango, tíðin var 12,17 sekund. Nummar tvey var Bárður Johannessen á Stráki við tíðini 13,25 og nummar trý var Regin Johannessen á Brynjari við tíðini 13,77.
Skeiðkappingina vann Randarsól Heinesen á Stígi, tíðin var 11,15, og nummar tvey var Jóannes Debes á Brúna við tíðini 11,31.
Travkappingina vann Marner Joensen á Glettu, tíðin var 39,93, nummar tvey var Simona Tornby á Gígi við tíðini 43,81, og nummar trý var Kristina Maria Fjallstein á Drotti, tíðin var 48,02.
Næsta FM-kapping verður í Havnardali á ólavsøku, hetta verður fyrstu ferð kappast skal á nýggju kappríðingarbreytini sum enn er í gerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald