placeholder
Annað

Nýtt frítíðartilboð í Vági

Mánadagin verður eitt nýtt frítíðartilboð í Vági tikið í brúk. Talan er um Disc Golf Vágur, sum er vesturi á Eiðinum.

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-08-05 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Disc golf er ein vaksandi ítróttagrein í USA og Evropa, og nú kemur ítrótturin til Føroya - í fyrsta umfari sum eitt frítíðartilboð, men við tíðini er ætlanin at tað skal blíva til eina ítróttagrein.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við eini verkætlan í Vági. Í fjør og í vár hevur Magnus Pauli West, saman við øðrum disc golf áhugaðum, gjørt royndir at spæla disk golf vesturi á Eiðinum.

Disc golf verður spælt eins og traditionelt golf. Í disc golf verða diskar kastaðir eftir kurvum frá ymiskum frástøðum. Vøllurin sjálvur hevur ein start og eina kurv, og á vøllinum kunnu verða ymiskar forðingar. Endamálið er at raka kurvurnar við fægst køstum og reglurnar eru tær somu, sum í traditionellum golf. Tó er endamálið, at hava tað stuttligt og røra seg. Til ber at spæla disc golf saman við øðrum ella sum einstaklingur.

Sjálv verkætlanin fevndi um at gera eitt disc golf øki. Hetta økið skal so virka sum eitt frítíðartilboð og leggja lunnar undir eitt ítróttartilboð og felagsskap í framtíðini, skrivar Vágs kommuna.

Disc golf økið er staðsett á vestur-, eystur- og suðursíðuni á fótbóltsvøllinum á Eiðinum. Talan er um níggju kurvar og 11 startir, men sum samanlagt geva 18 vøllir og hesir eru tilsamans áleið 2.500 metrar.

Vøllirnir eru sera diskretir. Lítið inntriv er gjørt í náttúruna. Kurrvurnar eru sjónligar, men fundamentini eru fjald av grasi. Kurvarnar eru gjørdar á Tangavirkinum. Kurvurnar eru styrktar til tað føroyska veðrið og kunnu takast niður, tá veðrið er ringt, og tá veturin kemur. Økið er skipað soleiðis, at til ber at spæla allar 18 vøllirnir, ella at spæla níggju vøllir vestanfyri fótbóltsvøllin ella níggju vøllir eystanfyri fótbóltsvøllin.

Arbeiðið er nú liðugt og frá mánadegnum, 8. august, kunna øll spæla disc golf kring ítróttarøkið á Eiðinum, skrivar kommunan.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder