2026-08-24 10:30
Sunnudagin varð nýtt heimsmet sett í hálvmaraton hjá monnum.
Tað var 29 ára gamli Yomif Kejelcha úr Etiopia, sum í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires rann hálvamaratonteinin uppá 56 minuttir og 51 sekund, skrivar BBC.
Gamla metið á 57:20 átti Jacob Kiplimo úr Uganda. Tað metið varð sett í Lissabon í mars.
Kejelcha hevur áður átt heimsmetið í hálvmaraton. Fyrstu ferð hann setti heimsmet í hálvmaraton var í Valensia í 2024. Tíðin hjá honum var tá 57:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald