Fótbóltur

Oddastríð og botnstríð á breddanum í kvøld

KÍ og NSÍ bresta saman við Løkin, Skála og EB/Streymur hinumegin fjørðin, og AB og ÍF spæla fyrsta ólavsøkudystin.

Bárður Jógvansson Hansen hevur skaðatrupulleikar -  NSÍ skal royna at halda Jóannes Bjartalíð og KÍ aftanfyri seg (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður Jógvansson Hansen hevur skaðatrupulleikar - NSÍ skal royna at halda Jóannes Bjartalíð og KÍ aftanfyri seg (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-27 13:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landskappingarfótbóltur á ólavsøku er vorðin fastur táttur, og sum vanligt spælir AB á heimavølli 27. juli - dagin fyri ólavsøkuaftan. Summi ár hevur bert tann eini dysturin verður leiktur hendan dagin, og alt fokusi hevur verið á Argjum, men í ár eru tveir dystir í Eysturoynni, sum á pappírinum eru meira týdningamiklir fyri kappingina.

13. umfar: 
Í kvøld - 27.07
18.30: NSÍ - KÍ
19.30: AB - ÍF
           Skála - EB/Streymur

Í morgin - 28.07
18.00: HB - TB

Ólavsøkudag - 29.07
16.00: B36 - Víkingur

Støðan 
1. HB (34 stig) 
2. NSÍ (32 stig) 
3. KÍ (29 stig) 
4. B36 (28 stig)  
5. Víkingur (20 stig) * 
6. ÍF (19 stig)*
7. EB/Streymur (7 stig) * 
8. TB (6 stig) *
9. AB (4 stig) 
10. Skála (1 stig) 

*Ein dyst færri

Tað er serliga dysturin í Runavík, sum sær spennandi út. Hann kann fáa stóran týdning fyri, hvussu oddastríðið myndar seg í seinnu hálvu. NSÍ hevur vunnið allar sínar seks dystir á heimavølli í ár og hevur bert latið eitt mál inn í teimum dystunum. Um liðið vinnur í kvøld, "skrædnar tað" á ein hátt í topp-fýra. So fer tað fyribils at líkjast meira einum tvídysti millum HB og NSÍ. 

Tískil er trýst á KÍ á kvøld. Føroyameistararnir hava ikki vunnið í fýra royndum (fimm íroknað steypadystin móti HB) móti hinum liðum í topp-fýra. Hjá KÍ eru Jákup Biskopstø Andreasn og Deni Pavlovic tøkir aftur eftir leikbann, men ivasamt er, hvussu nógv Ole Erik Midtskogen og Ísak Simonsen kunnu spæla. Nýggju leikararnir, Lukasz Jarosinski, David Skrbec og Heini Vatnsdal eru ikki tøkir. Tað er nýggi miðvallarin hjá NSÍ, Jesper Christjansen, heldur ikki, og tað er ein smeitur fyri Glenn Ståhl, at stóru profilarnir Bárður Hansen og Petur Knudsen allarhelst ikki kunnu spæla nakran leiklut. Seinast liðini hittust endaði tað 1-1, tá javnaði KÍ í yvirtíðini við tíggju monnum og eftir stóra yvirvág, og tað er sum oftast sera javnt, tá KÍ og NSÍ spæla.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Skála hevur bert eitt stig, men avrikini í fleiri av seinastu umførunum hava verið góð, og liðið er styrknað orsakað av at Petur Pauli Mikkelsen og Haraldur Reinert Højgaard eru komnir í hópin, og at leikarar eru komnir aftur eftir skaða. Mikukvøldið kundu teir appelsinlittu fingið stig í Runavík, men tað endaði 1-0, og Skála hevur bert skorað eitt mál í teimum seinastu níggju dystunum í Betrideildini. EB/Streymur hevur í ár skorað eitt mál færri enn botnliðið og hevur ikki skorað í seinastu fýra dystunum. Spurningurin er, um liðini fáa hol á í kvøld; um tað ikki verður undirhald og høg góðska, so verður tað íhvussu er inntensitetur, tí Skála hevur harðliga tørv á at fáa sín fyrsta sigur og nærkast júst EB/Streymi, ið kann trekkja frá. EB/Streymur vann 1-0, tá liðini spældu 7. juni við Margáir.



Á Argjum er ÍF greiður favorittur. Liðið kann leggja seg á 5. plássi. Fuglfirðingar vunnu 4-2, tá liðini spældu tíðliga í juni. Argjamenn hava ikki vunnið í ár, men avrikini móti ovaru liðunum í seinastu dystunum hava verið góð, tó at B36 var greitt omaná á Argjum fyrst í hesum mánaðinum. AB vil gjarna byrja ólavsøkuna væl hjá argjamonnum, og liðið hevur tørv á stigum. 

Vit fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara. Vit eru á staðnum í Runavík, har vit hava myndir, gera samrøður og taka samanum eftir dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder