Fótbóltur

Oddur tekur eitt ár afturat

- Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum eldru leikarum at bera, tá á stendur, sigur royndi verjuskansin hjá NSÍ.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-01 17:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

NSÍ hevur í dag skrivað undir nýggjan sáttmála við verjuskansan á liðnum, Odd Árnason Højgaard.

Heimasíðan hjá NSÍ skrivar seinnapartin, at Oddur harvið er enn ein leikari í røðini av etableraðum NSÍ-leikarum, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini, er talan um ein ógvuliga royndan leikara, ið kemur at stýra verjuni hjá NSÍ.

- Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum eldru leikarum at bera, tá á stendur. Her eru tó nógvir ungir, og spennandi leikarar í hópinum, og eg vil fegin verða partur av endurreisnini av NSÍ, sigur Oddur Á. Højgaard við nsi.fo

[object Object](Mynd: nsi.fo)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder