Fótbóltur

Ógvuliga ymiskar uppgávur í 2. umfari í Conference League

B36 spæla spæla móti Cliftonville úr Norðurírlandi og Víkingur móti belgiska Gent - hetta um føroysku feløgini koma víðari úr 1. umfari. KÍ skal ein langan túr, um liðið fer úr Champions League.

B36 fekk besta lutakastið - liðið var eisini styrkismett (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 fekk besta lutakastið - liðið var eisini styrkismett (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-19 15:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB skal ikki í gongd fyrrenn í 2. umfari - hetta tí havnarfelagið er steypavinnari. HB fekk ikki ógvuliga trupult lutakast seinnapartin.

Les meira: HB fekk Hadjuk Splidt í Conference League

Fyri B36 og Víking snýr luttøkan í 2. umfari í kappingini seg um, um tað eydnast at spæla seg víðari móti sínum lettisku mótsstøðuliðum í 1. umfari. 

Í so fall hevur Víkingur ógvuliga torføra uppgávu 25. juli (úti) og 1. august (heima): Belgiska stórfelagið Gent. Belgiska deildin er í topp-tíggju í Evropa.

B36 var styrkismett til hetta umfarið eisini - hetta vegna góða evropeisku úrslitini seinastu árini. Tað eydnaðist eisini at raka fínt. Hóast føroysk feløg søguliga hava havt torført við at knógva teimum norðurírsku, so er Cliftonville (nummar trý í lidnu landskappinigini) betri lutakst enn til dømis Brøndby.

KÍ vil, í mun til Víking og B36, ikki enda í hesum umfarinum. Um føroyameistararnir vinna á Differdange í 1. umfari í Champions League, so skal liðið til Malmö 23. juli og ikki til Kasakstan ella Moldova um sama mundið Meistaraliðið frá øðrum av hesum londunum -  FC Ordabasy (KAZ) / FC Petrocub (MDA) - eru møguliga á skránni.

Sí eisini: KÍ skal møguliga spæla móti Malmö

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder