- Óli Mittún hevur víst seg sum eitt av eitt av teimum mest spennandi ungu talentunum í heiminum. Hetta serliga við at hevja seg yvir hinar (dominera) í ungdómsendaspælinum og at bera føroysku liðini við sær til søgulig avrik. 20-ára gamli spælskiparin var millum annað Mest Virðismikli Spælarin (MVP) í U21 HM í Póllandi, tá Føroyar óvæntað endaðu nummar trý og harvið fingu søguliga gott úrslit.
Soleiðis skrivar altjóða hondbóltssamgongan, IHF, millum annað, tá hon í dag kunngerð Óla Mittún sum ein av teimum trimun, sum er í uppskoti til "2025 IHF Young Male World Player OF THE Year".
Hetta er saman við javngamla Francisco "Kiko" Costa úr Portugal, sum eins og Óli, ger vart við seg á A-landsliðsstigi og í Champions League (Sporting CP).
Nógv bendir á, at heiðurin verður ein kapping millum Óla og Kiko, sum fyrr í vikuni átti stóran leiklut í at basa Danmark í EM-endaspælinum. Costa er í løtuni EM-toppskjútti.
Les eisini: Óli hevur flest upplegg og málstig í EM-endaspælinum
19-ára gamli Nikola Roganović er annars tann triðji, sum er í uppskoti. Sviin er eisini bakspælari og var ein av teimum allarbestu til U19 HM síðsta summar. Hann ger vart við seg í bestu svensku deildini, er við A-landsliðnum og skal til Gummersbach í Bundesliguni í summar.
Til ber at atkvøða frá sunnudegnum og til og við týsdagin 10. februar á midnátt. Tað eru hesar atkvøður, umframt tær frá dómsnevndum og venjarum, sum avgerða stóra heiðurin
Mittún, Costa og Roganovic (Mynd: IHF)
Ger vart við seg á øllum pallum - kann gera Eliasi kynstrið eftir
Óli Mittún skoraði heili 73 mál og legði upp til 54 - bæði flest av øllum - í U21 HM. IHF leggur sjálvandi nógvan dent á hetta, tí HM er ein kapping hjá IHF.
Ungi føroyingurin hevur tó eisini blást nógv lið um koll á vaksnamannastigi og í EM-høpi. Óli var ógvuliga eyðsýndur í EM-undankappingini og átti stóran leiklut í, at Føroyar vunnu sín bólk. Og til endaspælið, har leikluturin hjá Føroyum nú er av, talar hetta helst fyri seg.
- Flest upplegg eftir bólkapælið: Óli Mittún (24 - 8 í miðal)
- Flest málstig (mál+upplegg): Óli Mittún (47) - 6 fleiri enn Mathias Gidsel og Kiko Costa
Mál uttan brotskøst: Óli Mittún á 2. pláss - beint eftir Mathias Gidsel
Herundir kann nevnast, at Óli bert brendi trý skot í EM-endaspælinum: Var 23 av 26
Sí eisini: - Hann pissar á teir - ótrúligt at ein 20-ára gamal kann seta so nógvan dám á dystin
Elias Ellefsen á Skipagøtu vann stóra heiðurin sum heimsins besti ungi spælari fyri 2023. Tvey ár seinni er ein føroyingur aftur í uppskoti - systkinabarnið sum heldur fram at gera um seg á stóru pallunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald