Hondbóltur

Óli varpaði Jóhan úr steypakappingini

GOG vann móti Skanderborg AGF í kvøld og er harvið í Final4. Lutakastið hevur verið og Aalborg bíðar í hálvfinaluni.

(Savnsmynd: GOG)

(Savnsmynd: GOG)

2025-12-17 21:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Óli Mittún og GOG vunnu í kvøld móti Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg í fjórðingsfinalu í donsku steypakappingini, 31-28.

Tað stóð leingi á jøvnum, men síðstu minuttirnar fall avgerðin og GOG dróg frá, og endaði við at vinna við trimum málum.

Óli Mittún er skrásettur fyri sjey mál, men var partur av uppaftur fleiri málum við sínum eyðkenda flúgvandi stíli.

Jóhan á Plógv gjørdist toppskjútti hjá Skanderborg AGF við tíggju málum.

Eftir dystin var lutakast um, hvussu spælast skal til finaluvikuskiftið í februar. GOG og Aalborg hittast í hálvfinaluni sum verður spæld 14. februar. Sønderjyske og TMS Ringsted spæla í hinari hálvfinaluni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder