Fótbóltur

Olympiacos vann sítt fyrsta evropeiska steyp

Grikska felagið vann eftir longda leiktíð á Fiorentina í Conference League-finaluni, sum var í Athen. Hetta var triðja árið í triðsterkastu kappingini fyri lið hjá UEFA.

Stórur fagnaður á spælarunum hjá best umtókta felagnum í Grikkalandi. Finalusigurin í gjár merkir eisini, at griksla kappingin fær eitt eyka pláss í Champions League - frammum Superliguna í Danmark (Mynd: EPA)

Stórur fagnaður á spælarunum hjá best umtókta felagnum í Grikkalandi. Finalusigurin í gjár merkir eisini, at griksla kappingin fær eitt eyka pláss í Champions League - frammum Superliguna í Danmark (Mynd: EPA)

2024-05-30 18:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta kappingarárið (2023-2024) var eitt føroyskt felag við í einum evropeiskum bólkaspæli á fyrsta sinni. Talan var um KÍ og um kappingina Conference League. 

Hetta er tann triðsterkasta og tann nýggjasta kappingin hjá UEFA. Tann triði  vinnarin í Conference League-søguni gjørdist Olympiacos.

Talan er um fyrsta evropeiska steypið hjá stórfelagnum úr Grikkalandi. Olympiacos vann óvæntað stórt samanlagt á Aston Villa í hálvfinaluni.

Í finaluni móti Fiorentina í gjár varð neyðugt við longdari leiktíð. Fiorentina var eisini í finaluni í fjør. Tá var West Ham omaná, og hesaferð avgjørdi Ayoub El Khabi fyri Olympiacos.

[object Object]
Toppskjúttin í kappingini gjørdi bart í longdu leiktíðini (Mynd: EPA)

Áleyparin úr Marokko gjørdist toppskjútti í kappingini við 11. málum. Tað seinasta var tað størsta og kom, tá fimm minuttir restaðu í av longdu leiktíðini í Athen.

Harvið megnaði fótbóltsdeildin at gera tað, sum hondbóltsdeild felagsins ikki megnaði móti Allani Norðberg og Vali: At vinna eitt evropeiskt steyp í ár.

Fagnaður í best umtókta griska fótbóltsfelagnum og harmljóð úr Danmark. Við hesum úrslitinum fer griska deildin nøkur styrkisstig uppum donsku Superliguna. Harvið fær Grikkaland eitt eyka evropeiskt pláss til næsta kappingarár. Hetta er eitt pláss í Champions League afturat - tað høvdu danir fingið, um Fiorentina hevði vunnið finaluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder