Fótbóltur

Ongantíð veruligur ivi um stigini

2-0 til Víking í ársins fyrsta dysti móti nógv broytta 07 Vestur-liðnum.

Finnur Justinussen er vanur at skjóta mál, og gøtumaðurin gjørdi ársins fyrsta mál í Betrideildini, tá hann legði Víking á odda 1-0 í Sørvági (Mynd: Sverri Egholm)

Finnur Justinussen er vanur at skjóta mál, og gøtumaðurin gjørdi ársins fyrsta mál í Betrideildini, tá hann legði Víking á odda 1-0 í Sørvági (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-09 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur kom á odda um miðjan fyrra hálvleik, økti tíðliga í øðrum hálvleiki og misnýtti millum annað brotsspark: 0-2 í ársins fyrsta dysti.

07 Vestur byrjaði rímiliga væl, men Víkingur hevði tikið yvir, áðrenn Finnur Justinussen um miðjan fyrra hálvleik sló til.

[object Object]Víkingur livdi upp til favorittleiklutin - her fegnast teir í ljósabláum um fyrra málið, sum Finnur Justinussen skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var framhaldandi lív og spenningur í, men frá byrjan í seinna hálvleiki sat Víkingur tungt á uppgerðini í Sørvági, har 07 Vestur nú var verjukent. Útiliðið hótti, og í 58. minutti spældi Víkingur væl.

Gjøgnumbrot kom í vinstru, lívligi Ingi Jonhardsson legði væl innfyri, eftir at eyðsýndi Poul Kalssberg sendi hann avstað, og í málteignum var Sølvi Vatnhamar fríur. Málverjin bjargaði væl, men royndi revurin úr Leirvík fekk prikað returbóltin í málið.

Sí eisini: Myndir: 07 Vestur - Víkingur

0-2 og so varð næstan bara spurningur um hvussu nógv. 07 Vestur - við einari blanding av nýggjum útlendingum og rímiliga ungum lokalum - var so at siga tannleyst fram eftir, eftir steðgin.

Víkingur spældi trygt og skapti eisini nakrar møguleikar til 0-3. Tann størsti var brotssparkið um miðjan seinna hálvleik. Toppskjúttin og ársins spælari í fjør hevði longu eitt mál og upplegg, men Sølvi skeyt ikki so væl úr ellivu metrum, og Sebastian John í 07 Vestur-málinum bjargaði.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Ikki trý mál men trý rímiliga trygg stig til Víking sum skifti Olaf Bárðarsson og Martin Klein Joensen inn og legði væl frá landi. 07 Vestur skifti tríggjar blaðungar vágamenn inn. Summir av nýggju monnum hava ikki fingið øll loyvini uppá pláss, onkur verður lagdur afturat hópinum næstu vikuna, og liðið hjá Stefan Landro skal “líka seta seg”. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur fyribils lagt seg á odda í Betrideildini - hini átta liðini spæla í 1. umfari í morgin.

[object Object]


Í størri smálutum her - dystir.fo

Hinir fýra dystirnir í 1 umfari eru á skránni í morgin.

Sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF (15:00)
B68 - B36 (17:00)
HB - NSÍ (18:00)
Skála ÍF - EB/Streymur (18:30)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder