Um middagsleitið í morgin, fríggjadagin 13. desember, verður greitt hvørjum føroyska manslandsliðið skal spæla ímóti í undankappingini til HM 2026.
Møguleiki er fyri, at fimm lið verða í bólkinum, men tað er eins stórur møguleiki fyri, at bert fýra lið verða í bólkinum. Harvið kunnu Føroyar verða lægst styrkismetta liðið í bólkinum
Sí eisini: Føroyar koma í bólk við trimum ella fýra øðrum londum
Meinhard Egilsson Olsen, Viljormur Davidsen og Andrias Edmundsson taka allir útgangsstøði í einum bólki við fimm liðum, tá Kringvarpið spyr teir um ynski - og hvat teir helst vilja sleppa undan.
Allir tríggir hava Ongland sum ynskimótstøðuliðið úr hægsta styrkisbólki. Føroyar hava ongantíð spælt móti fótbóltsins móðurlandi áður. Hetta ynski hevur meginparturin av teimum 486 fólkunum, sum fyri kortum atkvøddu á Føroyskt Fótbóltskjak á Facebook - um hvat man helst vildi møta - eisini.
bolt.fo hevur gjørt upp hvat topp-trý er í mun til ynskini hjá fótbóltsáhugaðum føroyingum
Moldova hevur verið í okkara bólki tvær tær seinastu undankappingarnar (ikki Nations League), og Meinhard, Viljormur og Andrias vilja helst sleppa undan Moldova aftur, um vit trekkja eitt lið úr niðasta styrkisbólki. Í tí niðasta stykisbólkinum er Moldova ta sterkasta av liðnum.
Meinhard Egilsson Olsen
Dreymabólkur
England, Norra, Montenegro og San Marino
Marrubólkur
Eysturríki, Ukraina, Ísrael og Moldova
Viljormur Davidsen
Dreymabólkur
England, Grikkaland, Ísland og San Marino
Marrubólkur
Sveis, Ukraina, Georgia og Moldova
Andrias Edmundsson
Dreymabólkur
England, Wales, Albania og Liktinstein
Marrubólkur
Spania, Kekkia, Ísrael og Moldova
Ísrael og Ukraina ganga eisini aftur sum eitt "marrumótstøðulið", meðan San Marino, ið nóvir fjepparar eisini gjarna vilja hava, er á sum ynski hjá bæði Meinhardi og Viljormi. Síðstnevndi vil eisini gjarna hitta Grikkaland aftur.
Lutakastið verður í morgin í Zürich klokkan 11 føroyska tíð. Til ber á stroyma á uefa.com, og vit fylgja gongdini á Portalinum.
-------------------------------------------------------------------------------------
Her eru styrkisbólkarnir:
Styrkisbólkur 1:
Frakland
Spania
Ongland
Portugal
Niðurlond
Belgia
Italia
Týskland
Kroatia
Sveis
Danmark
Eysturríki
Styrkisbólkur 2:
Ukraina
Svøríki
Turkaland
Wales
Ungarn
Serbia
Pólland
Rumenia
Grikkaland
Slovakia
Kekkia
Noreg
Styrkisbólkur 3:
Skotland
Slovenia
Írland
Albania
Norðurmakedónia
Georgia
Finnland
Ísland *
NorðurÍrland
Montenegro
Bosnia & Hersegovina
Ísrael
Styrkisbólkur 4
Bulgaria
Luksembourg
Hvítarussland
Kosovo
Armenia
Kasakstan
Aserbadjan
Estland
Kýpros
Føroyar
Lettland
Litava
Styrkisbólkur 5 **
Moldova
Malta
Andorra
Gibraltar
Liktinstein
San Marino
* Kann ikki enda í sama bólk sum Føroyar
** Seks bólkar verða við liðum úr hesum styrkisbólkinum - annars verða liðini úr styrkisbólki 4 lægst styrkismett í sínum bólki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald