- Í kvøld kann Argja Bóltfelag kunngera, at nýggjur venjari er settur til besta mansliðið, sum júst er flutt niður úr Betrideildini í 1. deild. Nýggi venjarin er eitt kent navn í føroyskum fótbólti, tí tað verður 52 ára gamli toftamaðurin og landsliðslegendan, Øssur Hansen, sum nú skal standa á odda fyri 1. deildarliðnum hjá AB. Sáttmálin millum partarnar er í fyrstu syftu galdandi í tvey ár.
- Vit minnast við ringum tannabiti aftur á helst ein tann størsta sigurin hjá Øssuri sum venjara, tá hann við B68 vann upp- og niðurflytingardystin ímóti AB í 2020. Øssur bygdi eitt ungt, lokalt lið á Toftum, ið síðani uppflytingina í 2020 hevur ment seg og havt fastan sess í Betrideildini.
Nú hevur hann tikið yvir hjá AB, sum aftur hevur verið fyri einari niðurflyting (Mynd: Argja Bóltfelag)
Setningurin hjá Øssuri í AB verður nakað tann sami, sum hann var fyri nøkrum árum síðani í B68.
- Málið komandi kappingarár er at flyta uppaftur í bestu deildina, og síðani verður avbjóðingin at skapa eitt lið, sum megnar at varðveita eitt støðugt pláss í bestu mansdeildini. Í 2024 er ætlanin, at fleiri lokalir leikarar skulu fáa møguleikan, men samstundis viðurkennir felagið, at eisini er neyðugt at fáa onkran styrk til liðið. Hetta arbeiðið er í gongd í hesum døgum, skrivar Argja Bóltfelag.
AB flutti niður í 1. deild sum nummar níggju í Betrideildini við 18 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald