Fótbóltur

Ovastu plássini eru uppá spæl

Víkingur vitjar til oddabrak í Klaksvík klokkan 15.15, og HB fer til Runavíkar. B36 og 07 Vestur skulu stríðast um, hvør veruliga skal bjóða av um 4. plássð.

KÍ vann 1-0, tá Víkingur vitjaði 12. mai. Nú er aftur nógv uppá spæl í Klaksvík (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

KÍ vann 1-0, tá Víkingur vitjaði 12. mai. Nú er aftur nógv uppá spæl í Klaksvík (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-02 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var nógv uppá spæl í botnstríðnum í fyrstu dystunum í 12. umfari. Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá B68 og Skála, sum vunnu lykladystir á heimavølli. Í dag snýr tað seg um ovaru plássini, har ógvuliga spennandi dystir eru á skránni.

Les eisini: B68 vann sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár

Har skal millum annað spurningurin svarast, hvørt KÍ veruliga kann fylgja við Víkingi og HB. Trífaldu føroyameistararnir hava nú vunnið seks dystir á rað í Betrideildini og har ímillum júst á Víkingi við Djúpumýru. Klokkan 15.15 hittast partarnir aftur har til Norðoyastevnu- og oddadyst. Víkingur hevur bert tapt ímóti KÍ í Betrideildini men tapti 1-0 fyri HB í fyrru steypahálvfinalu í Gundadali mikudagin. Nú skal liðið hjá Jóhan Petur Poulsen reisa seg og royna at halda fast í oddasessinum.

HB og Víkingur hava eins nógv stig. Í dag skal liðið hjá Adolfo Sormani gjøgnum Eysturoyartunnilin. NSÍ tekur ímóti beint hinumegin. Uppflytararnir hava verið torførir at syfta hjá øllum, og liðið hjá Jens Wedeborg er í løtuni á 4. plássi. Í 1. umfari endaði tað 3-2 til HB - nú skal NSÍ royna at skeikla stinnu havnarmenninar, sum hava vunnið tólv ferðir á rað samanlagt. Lagt er upp til tættan dyst við Løkin klokkan 17.

[object Object]
Spurningurin er, um HB kann sleppa úr Runavík aftur við øllum. Liðið hjá Adolfo Sormani hevur megna ógvuliga væl at vinna tættar dystir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 er í heilt aðrari støðu enn grannarnir og skal vinna á heimavølli móti 07 Vestur fyri at hanga í, í stríðnum um 4. plássi. Tað var í 4. umfari fyrst í apríl, at 07 Vestur í yvirtíðini, og í undirtali, javnaði í Gundadali. Har byrjaði niðurtúrurin hjá B36, sum ikki er støðgaður. Mikudagin tapti liðið hjá Dan Brimsvík fyri TB úr 1. deild í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.

07 Vestur er eitt stig aftanfyri B36. Í góðu løtunum kann liðið hjá Steffan Landro bjóða øllum av, men í veikaru løtunum sær 07 Vestur út sum eitt botnlið. Spurningurin er, hvør útgáva tað verður gjøgnum dystin í Gundadali.

Betrideildin 12. umfar
Í dag, sunnudagin 02.06

15.00: B36 - 07 Vestur

15.15: KÍ - Víkingur

17.00: NSÍ - HB

Í gjár, leygardagin 01.06

B68 - EB/Streymur 2-0 (1-0)
38' Villiam Emil Klein 1-0
79' Villiam Emil Klein (Bartal Páll Klein) 2-0

Skála - ÍF 3-2 (2-0)
13' Sjálvmál 0-1
18' Carlos Ferreira (Djóni Petersen) 0-2
21' Jhon Mena Perez 2-1
71' Uros Stojanov 2-2
85' Markus Isaksen (Ragnar Skála) 3-2

Les eisini: B68 vann sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 30 stig
2. HB 30 stig
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig 
5. B36 15 stig
6. 07 Vestur 14 stig 
7. Skála 13 stig *
8. EB/Streymur 7 stig * 
---------------------------
9. B68 6 stig *
10. ÍF 3 stig *

Ein dyst fleiri

Til ber at fylgja við á forsíðu okkara. Televarpið vísir allar dystirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder