Malmø, Svøríki (Portalurin) Hvat KÍ skal gera øðrvísi, samanborið við árið í fjør, er ringt at seta orð. Bæði fyri leikarar og fjepparar annars.
Tað eru fleiri føroyingar, ið vóna at KÍ fer at gera "ein BK Häcken" aftur í morgin. Altso, at vinna á verandi meistarunum í Svøríki. Men sambært Páll Andrassyni Klettskarð, so fara teir at dúva uppá tað samanspæl sum er í hópinum og hava teir tað sum skal til, fyri at skapa enn eitt gott úrslit.
Hvat ger KÍ fyri at enduruppliva tað sama sum í fjør?
- Vit hava nú spælt saman í eitt hálvt kappingár, so vit kenna hvønn annan væl og mugu dúva uppá tær styrkirnar sum vit hava og tað samanspæl sum er í hópinum. Gera vit tað, so hava vit avgjørt ein møguleika í dystinum, sigur liðformaðurin við Portalin.
- Vit mugu trúgva uppá, at vit kunnu skapa eitt gott úrslit, men tað er ikki tíð til at uppfinna nakran djúpan tallerk, leggur hann afturat.
Munurin á Malmö FF og hinum liðnum, KÍ hevur møtt
Malmö telist millum størstu liðini í norðanlondum. Tað er nógv mest sigursvanda felagið í Svøríki og hevur Malmö FF verið í bólkaspæli í Champions League. Tað er ilt at skilja akkurát hvussu stór avbjóðingin er, men Páll ásannar, at hetta er ein nógv størri biti at gloypa.
- Ja, Malmö FF er sjálvandi eitt nógv størri felag, so har er nógv meir video at hyggja eftir, sigur Páll. Hann leggur afturat, at hetta er ein nógv størri avbjóðing enn hinir dystirnir hava verið og at tað er nokk størsti munurin, sigur hann at enda.
Les her, hvat venjarin hjá Malmö FF sigur um dystin í morgin
Dysturin móti Malmö FF verður týskvøldið kl. 18, og hann sæst í KÍ-varpinum.
Portalurin er til staðar í Malmø og næstu dagarnar verður ymiskt tilfar at síggja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald