Fótbóltur

Patrik Johannesen avgjørdi dystin fyri Florø

Tvørámaðurin er í gongd aftur og gjørdist matchvinnari í dag.

Patrik Johannesen, her í AB-tíðini, sló til fyri Florø í næstbestu norsku deildini
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Patrik Johannesen, her í AB-tíðini, sló til fyri Florø í næstbestu norsku deildini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-23 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Florø vann ein sera týdningarmiklan sigur seinnapartin á útivølli móti Nest-Sotra. Hetta var fyrsti sigur hjá felagnum í ein mánað, og annar dysturin á rað at Patrik Johannesen skoraði.

Patrik hevur verið úti við knæskaða í rúma tíð, men áleyparin er komin sterkt aftur, og hann avgjørdi dystin í dag miðskeiðis í 2.hálvleiki. Í Noregi verður skrivað, at talan var um eitt elegant mál hjá 23-ára gamla føroyinginum.

Hetta var einasta málið í dystinum, og talan var um týdningarmikil stig hjá Patrik og liðfeløgunum. Florø liggur næstniðast í næstbestu norsku deildini við 21 stigum; fýra stig eru upp til niðurflytingarstrikuna. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder