Fótbóltur

Petur og NSÍ syftu Skála

NSÍ fekk síni fyrstu stig í Betrideildini síðani september 2022, og tað var serliga afturvendi Petur Knudsen, sum átti nógv í 3-1 sigrinum við Løkin.

Petur Knudsen skoraði eisini í fyrsta dystinum móti HB og hevur harvið trý mál fyri tveir dystir. 25-ára gamli NSÍ'arin hevur eisini lagt upp í báðum dystunum. Harvið er Petur higartil við í øllum málunum hjá NSÍ (Savnsmnd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen skoraði eisini í fyrsta dystinum móti HB og hevur harvið trý mál fyri tveir dystir. 25-ára gamli NSÍ'arin hevur eisini lagt upp í báðum dystunum. Harvið er Petur higartil við í øllum málunum hjá NSÍ (Savnsmnd: Sverri Egholm)

2024-03-16 20:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skála vann 3-0 á heimavølli móti EB/Streyi í 1. umfari og vann allar dystirnar á NSÍ í 1. deild í fjør. Hetta er tó eitt NSÍ-lið, sum hevur fleri streingir at spæla uppá enn í 2023 og 2022 - og eitt NSÍ lið við Peturi Knudsen.

Eftir eitt korter í dagsins kommunuppgerð við Løkin legði landsliðsspælarin heimaliðið á odda við hørðum og góðum skoti. Tað var eisini Petur Knudsen, sum stórar tíggju minuttir seinni legði hornaspark inn til Betuel Hansen, og so var 2-0. Miðvallarin er uppvaksin í felagnum, umframt í Silkeborg, og fór niður við í 1. deild í fjør.

Skála skapti ikki ikki nógv fyri steðgin, har heimaliðið var omaná. Í 2. hálvleiki komu teir appelsinlittu tó nógv betri við. Andreas Egeberg Jacobsen varð skiftur inn, og nakrar spentar støður vóru í og kring NSÍ-brotsteigin.

Í 65. minutti fekk Skála fríspark. Tí tók Jan Ingason Hansen sær av, Kristian Joensen royndi at halda bóltinum, men misti hann ístaðin út til Djóna Petersen, sum takkaði fyri: 2-1

Veruligt lív tyktiskt nú vera í dystinum, men tað doyði fýra minuttir seinni. Skála gjørdi heldur óneyðugt fríspark - sambært teimum eitt ógvuliga bíligt fríspark - næstan beint uttanfyri brotsteigin. Tí tók Petur Knudsen sær av, og 25-ára gamli vongurin legði bóltin hegnisliga og beinrakið uppum múrin og út í longra málhorn - burtur frá fyrrverandi NSÍ-málverjanum Karsteni Hansen. Petur hevur higartil verið við í øllum fimm málunum hjá NSÍ.

3-1 gjørdist endaliga úrsltiið. Tað kom ongantíð veruligur spenningur í: Til tað hevði liðið hjá Jens Wedeborg ov gott tamarhald á støðuni. Fyrsti sigurin hjá svianum í alemennum dysti við róðrið í Runavík, og NSÍ vann á einum av sínum grannum í sínum fyrsta heimadysti aftur í fremstu røð.

Eftir landsliðssteðgin skulu teir í gulum spæla í Klaksvík - Skála tekur ímóti B36. Uppflytararnir hava nú trý stig hvør.

Betrideildin 2. umfar
Í dag - leygardagin 16.03
NSÍ - Skála (3-1)
16' Petur Knudsen (Steffan Løkin) 1-0
27' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 2-0
65' Djóni Jansson Petersen 2-1
69' Petur Knudsen 3-1

Sí fleiri smálutir um dystin á dystir.fo

B36 - KÍ 2-0 (0-0)
80' Anton Sjøberg 1-0
90 (+3)' Anton Sjøberg 2-0

Reytt kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ (90') - tvey gul

Sí eisini: 
Nýggi maðurin hjá B36 gjørdi bart móti KÍ
Myndir: B36 tamdi trífaldu føroyameistarunum

Í morgin - Sunnudagin 17.03:
15.00: ÍF - 07 Vestur
17.00: EB/Streymur - B68

Í gjár, fríggjadagin 15.03
Víkingur - HB 2-1 (1-0)
36' Geza David Turi (Finnur Justinussen) 1-0
58' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 2-0
73' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 2-1

Sí eisini: 
Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi
Víkingur feldi HB við hornaspørkunum
Myndir: Víkingur - HB

Støðan:
1.B36 6 stig *
2.Víkingur 6 stig *
3.KÍ 3 stig *
4.NSÍ 3 stig *
5.Skála 3 stig *
6.HB stig 3 *
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig

* Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder